6747 - Inkluderandi sernámsfrøði: Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Inkluderandi sernámsfrøði: Sosialkognitivt menningarórógv (adhd, autismuspektrumið, menningartarn)
- Skeiðsnummar
- 6747.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Útbúgvingar
- Fortreytir
- Grundskeið í sernámsfrøði á støði við 7,5 ECTS og hava minst 2 ára starvsroyndir í fólkaskúla ella miðnámi. Luttakarar á grundskeiðnum í sernámsfrøði 2024/2025 hava fyrsta rætt til luttøku. Um pláss eru tøk, er møguleiki hjá øðrum at luttaka.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum málum. Bólkarbeiði, case-arbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Tey, ið lúka fortreytirnar, melda seg til skeiðið við at senda umsóknarblað til lss@setur.fo.
- Byrjanardato
- 1. oktober 2024
- Endadato
- 19. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi føran fyri at meta um (1) sernámsfrøði sum hugtak, t.e. sum námsfrøðiliga sergrein og sum part av almennu námsfrøðini (2) sernámsfrøði í verki við sjóneykuni á ymiskar avbjóðingar, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit (3) arbeiðshættir við denti á hættir at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna at greiða frá, skyna ímillum, meta um/taka støðu til, kjakast og hugleiða um: • sernámfrøði í verki við støði í læriumstøðum, atferðarumstøðum og sosialum umstøðum, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit. • arbeiðshættum í sambandi við sernámsfrøðiligar avbjóðingar, t.d. serundirvísing, næmingalagað undirvísing og inkluderandi sernámsfrøði
- Innihald
- Innihald Content Vísindaliga ásjónin á skeiðnum tekur støði í eini ástøðiligari tilgongd um formliga heilan, og at heilin mennist í kontekstuellum viðurskiftum, ið eru knýtt at sosiala og relationella felagsskapinum og samspælinum. Ástøðiligi grundleisturin á skeiðnum tekur sostatt støði í eini bio-psyko-sosialari vísindatilgongd. Við støði í lýsta grundleisti kemur skeiðið at fevna um: o Gjøgnumgongd av stóru diagnsostisku bólkunum innan barna- og ungdómspsykiatriska økiðvið serligum atliti til autismu, ADHD/ADD og menningartarn. o Sernámsfrøði í verki: avbjóðingar, ið krevja sernámsfrøðilig atlit viðvíkjandi næmingum í: o Avbjóðandi læriumstøðum o Serligum sosialum umstøðum o Arbeiðshættir: hættir at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum, herundir o Serundirvísing o Næmingalagað undirvísing o Inkluderandi sernámsfrøði
- Læru- og undirvísingarhættir
- Vit nýta fyrilestraundirvísing, samstarvslæru, bólkaarbeiði, greining av casum, kjakbólkar, upplegg frá skeiðsluttakarum, stutt skrivlig avrik, sjálvlestur, o.s.fr..
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna at greiða frá, skyna ímillum, meta um/taka støðu til, kjakast og hugleiða um: • sernámfrøði í verki við støði avbjóðingum í læriumstøðum, atferðarumstøðum og sosialum umstøðum, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit. • arbeiðshættum í sambandi við sernámsfrøðiligar avbjóðingar, t.d. serundirvísing, næmingalagað undirvísing og inkluderandi sernámsfrøði.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning kemur seinni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 1. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar
- Anna Eikhólm Joensen, Frida Birita Poulsen