6753 - Føroyskt á grund I - Føroyskt talumál og skriftmál
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Føroyskt á grund I - Føroyskt talumál og skriftmál
- Skeiðsnummar
- 6753.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 28. august 2024
- Endadato
- 18. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í føroyskt sum talumál og skriftmál og at fyrireika tey til at undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • stava síni skrivligu avrik rætt • nýta orðabøkur og mállærubøkur sum amboð til at læra og at skriva føroyskt • orða seg greitt og væl í skrivligum avrikum • greina orð í orðaflokkar • greina setningar og sambondini ímillum liðirnar • vísa við dømum, at tey kenna námsætlanina fyri føroyskt í fólkaskúlanum • rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik • greiða frá rættingum og ábótum • leita upp og evna til undirvísingartilfar, grundgeva fyri vali av tilfari og meta um dygd og støði • greiða frá og meta um háttaløg í málundirvísing • lýsa munin á talu- og skriftmáli • seta føroyska málið í ein málsøguligan samanhang • greiða frá og grunda yvir nútíðarføroyskt, málbroytingar, málføri, málvariatión, purismu og onnur málslig rák • meta um leiklutin hjá læraranum í mun til nútíðarføroyskt, málbroytingar, málføri, málvariatión, purismu og onnur málslig rák
- Innihald
- Innihaldið í skeiðinum fevnir um: • talumál og skriftmál • orðaflokkar • rættskrivingarreglur • orðalagslæru • skriving og skrivinámsfrøði • málnýtslu, málvariatión og málføri • málsøgu og málbroytingar • purismu • mál sum samskiftisamboð • námsætlanina fyri føroyskt í fólkaskúlanum • lærubókaskipanir í føroyskum • undirvísingarhættir í føroyskum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Bólkarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 5 tímar Hjálparamboð: Einans orðabøkur og mállærubøkur Í metingini er førleikin í staving og málburði partur av tí, sum verður mett, hóast høvuðsdenturin verður lagdur á tað fakliga innihaldið
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 10. januar í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 28. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Rakul Skaale Andreassen
- Undirvísarar
- Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir