6758 - Føroyskt sum undirvísingarfak IV – Evnislestur og hugdýping
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroyskt sum undirvísingarfak IV – Evnislestur og hugdýping
Skeiðsnummar
6758.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
Byrjanardato
23. januar 2024
Endadato
7. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Skeiðið tekur støði í hádeild fólkaskúlans. Tann lesandi skal fáa innlit í ymisk evni, ið kunnu takast upp í undirvísingini í føroyskum einsæris og í tvørgreina og tvørfakligum høpi. Tann lesandi skal somuleiðis fáa innlit í, hvussu undirvísingargongdir kunnu eftirmetast, og hvussu ársroyndir og próvtøkur kunnu skipast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri • at greiða frá, hvussu evnisarbeiði og -lestur kunnu nýtast sum lærutilgongdir í føroyskum í hádeild fólkaskúlans • at greiða frá, hvussu evnislestur kann nýtast í tvørfakligari undirvísing • at meta um, hvørji evni eru týdningarmikil og viðkomandi at taka upp í føroyskum í hádeildini • at meta um, hvørja ávirkan tekstaslagið hevur á, hvussu eitt evni verður lýst, greinað og tulkað • at meta um fyrimunir og vansar við synopsuni sum próvtøkuhátti í føroyskum og nýta synopsuna sum próvtøkuhátt • at leggja eina undirvísingargongd til rættis, har eitt útvalt evni verður lýst við støði í fleiri ymiskum tekstum og tekstasløgum - bæði yrkisbókmentum og fagurbókmentum – og frá ymiskum tíðarskeiðum.
Innihald
Skeiðið er í fleiri sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum: - Evnisarbeið sum undirvísingargongd - Evnislestur sum hugdýpingaramboð - Undirvísingargongdir, ið taka støði í úrvaldum evnum - Synopsa sum próvtøkuháttur
Læru- og undirvísingarhættir
Lærarastýrd undirvísing við fyrilestrum og framløgum. Dialogisk undirvísing, har lesandi og undirvísari skifta orð um viðkomandi undirvísingarspurningar. Bólka- og einstaklingaarbeið, ið tekur støði í úrvaldum undirvísingarevnum. Tey lesandi fáa, sum skeiðið líður, høvi at hugdýpa seg í sjálvvaldum evni, sum verður grundarlag í próvtøkuni.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva (9-11 síður) (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til viku 18 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
23. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Páll Isholm
Undirvísarar
Páll Isholm
Aftur