6764 - Føroyskt á grund II. Bókmentir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroyskt á grund II. Bókmentir
Skeiðsnummar
6764.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Grundbøkurnar og annað undirvísingartilfar er á føroyskum og donskum. Orðaskifti, bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
25. januar 2024
Endadato
2. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í bókmentir og tekstasløg og at fyrireika tey til at undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • greiða frá, hvat stendur í námsætlanini fyri føroyskt í fólkaskúlanum • skyna á og at greiða frá ymiskum tekstasløgum • flokka tekstir í tekstasløg • leita fram og brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag • greina og tulka ymisk tekstasløg og samansettar tekstir • lýsa barnabókmentir • greiða frá, nýta og meta um háttaløg í undirvísing í ymiskum tekstasløgum • lýsa ástøði í undirvísing í ymiskum tekstasløgum • leita upp og evna til undirvísingartilfar • grundgeva fyri vali av tilfari og meta um dygd og støði • meta um fakliga og almenna úrtøku við ymiskum undirvísingarhættum • meta um leiklutin og týdningin, sum føroysktlærugreinin hevur í mun til búgving, samleika, mentan og vitan
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um: • Námsætlanina fyri føroyskt • Tekstasløg • Greiningaramboð • Barnabókmentir • Ástøði og háttaløg • Føroysktlærugreinina sum búningar-, fagurfrøði-, mentanar-, samleika- og vitanarberi • At undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum. Hesin parturin er serliga knýttur at starvslæruni
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Tey lesandi byrja skeiðið við eini starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi hava eina framløgu, ið tekur saman um starvslæruna. Henda framløgan skal standast. Við skeiðslok: Munnlig próvtøka • 1 tíma fyrireiking • 30 minuttir framløgu og kjak (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til viku 22 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
25. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Frida Birita Poulsen
Undirvísarar
Birita Poulsen
Aftur