6764 - Føroyskt á grund II - Bókmentir
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Føroyskt á grund II - Bókmentir
- Skeiðsnummar
- 6764.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 20. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 13. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í bókmentir og tekstasløg og at fyrireika tey til at undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • greiða frá, hvat stendur í námsætlanini fyri føroyskt í fólkaskúlanum • skyna á og at greiða frá ymiskum tekstasløgum • flokka tekstir í tekstasløg • leita fram og brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag • greina og tulka ymisk tekstasløg og samansettar tekstir • lýsa barnabókmentir • greiða frá, nýta og meta um háttaløg í undirvísing í ymiskum tekstasløgum • lýsa ástøði í undirvísing í ymiskum tekstasløgum • leita upp og evna til undirvísingartilfar • grundgeva fyri vali av tilfari og meta um dygd og støði • meta um fakliga og almenna úrtøku við ymiskum undirvísingarhættum • meta um leiklutin og týdningin, sum føroysktlærugreinin hevur í mun til búgving, samleika, mentan og vitan
- Innihald
- Innihaldið í skeiðinum fevnir um: • Námsætlanina fyri føroyskt • Tekstasløg • Greiningaramboð • Barnabókmentir • Ástøði og háttaløg • Føroysktlærugreinina sum búningar-, fagurfrøði-, mentanar-, samleika- og vitanarberi • At undirvísa í føroyskum í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum. Hesin parturin er serliga knýttur at starvslæruni
- Læru- og undirvísingarhættir
- Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Tey lesandi byrja skeiðið við eini starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi hava eina framløgu, ið tekur saman um starvslæruna. Henda framløgan skal standast. Við skeiðslok: Munnlig próvtøka • 1 tíma fyrireiking • 30 minuttir framløgu og kjak (Próvtøkuorðingin verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 20. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar
- Rakul Skaale Andreassen