6782 - Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak III – Starvslæra
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak III – Starvslæra
- Skeiðsnummar
- 6782.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD og hava verið virkin á undanfarnu linjuskeiðunum.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- 21. januar 2025
- Endadato
- 14. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við starvslæruni er at geva tí lesandi møguleika at venja seg við læraraleiklutin og at loysa nógvar av teimum uppgávum, ið eru samfastur partur av lærarastarvinum, og sum serliga eru knýttar at samfelagsfrøði sum undirvísingarfaki.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í samfelagsfrøði • leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar. Henda undirvísingarætlan kann taka støði í lærugreinini samfelagsfrøði, men hon kann eisini vísa, hvussu samfelagsfrøði kann gerast partur av tvørgreinaligum arbeiði í fólkaskúlanum • meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í samfelagsfrøði. Her eru bæði tilfar úr pappíri og elektroniskt tilfar íroknað • taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir hóska væl í samfelagsfrøði • at meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í samfelagsfrøði • hugleiða um og vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í samfelagsfrøði, kann renna seg í • meta um og skifta orð um sín egna relasjónsførleika, floksleiðsluførleika og fakdidaktiska førleika • eftirmeta starvslæruna
- Innihald
- Skeiðið er í 5 pørtum. Tveir teir fyrstu partarnir snúgva seg um alment didaktiskar førleikar: • Floksleiðsluførleiki • Relasjónsførleiki Tríggir teir næstu partarnir snúgva seg um fakdidaktiskar førleikar, og eru rættaðir ímóti samfelagsfrøði sum undirvísingarfaki í fólkaskúlanum: • Førleikin at síggja sambandið millum námsætlan og ársætlan • Førleikin at meta um undirvísingartilfar og at velja hóskandi undirvísingartilfar Førleikin at skipa eina næmingalagaða undirvísing, ið tekur støði í einum ávísum undirvísingarevni, og sum leggur upp fyri teimum lærumálum, ið eru niðurfeld í galdandi námsætlan
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er fjølbroytt: • Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði • Vegleiðing frá akkersfólki og starvslæruvegleiðara • Starvslæra Uppgávuskriving
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Starvslæran er samfastur og kravdur partur av læraraútbúgvingini. Læraralesandi skulu møta upp til ásetta tímatalið og ásettu ráðleggingartímarnar, tá ið starvslæran er á skránni. Próvtøkan er tvíbýtt: • Tá ið starvslæran er lokin, skal tann lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6 og 9 blaðsíður + fylgiskjøl). • Uppgávan skal verjast munnliga Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan verður í viku 11 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 21. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sámal Matras Kristiansen
- Undirvísarar
- Sámal Matras Kristiansen