6783 - Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir og próvtøkuhættir
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Samfelagsfrøði sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir og próvtøkuhættir
- Skeiðsnummar
- 6783.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal hava verið virkin á undanfarnu skeiðum á linjuni.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 18. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 2. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er, at lesandi læra at menna egnar undirvísingargongdir frá grundini, umframt at fyriskipa próvtøkur við støði í hesum. Endamálið er harumframt at grunda lærugongdirnar í didaktiskum og fakdidaktiskum ástøði. Eisini skulu lesandi knýta undirvísingargongdina at valda próvtøkuháttinum.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri: • At seta saman eina undirvísingargongd við støði í námsætlanarkrøvum við denti á fjølbroyttum og næmingalagaðum undirvísingarhættum, herundir nýtslu av lærubókatilfari og aktuellum tilfari. • At meta um hvussu samfelagsfrøðididaktisk ástøði og amboð leggja støði undir undirvísingargongdina. • At meta um, hvørja fakliga úrtøku næmingarnir kunnu fáa burturúr undirvísingargongdini og hvussu hendan kann eftirmetast.
- Innihald
- Skeiðið tekur støði í teimum undanfarnu trimum skeiðunum á linjuni. Tey lesandi skulu út frá valfríum fakøki menna longri undirvísingargongdir og ítøkiligar undirvísingartímar, ið taka støði í fakøkjum og førleikum úr námsætlanini fyri samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Tey lesandi skulu didaktisera eitt evni og skipa fjølbroytta (multimodala), tíðarhóskandi (aktuella) og næmingalagaða (differentieraða) undirvísing, ið røkkur næmingum við ymiskum førleikum. Sostatt skulu tey lesandi á grundaðan hátt velja út tilfar og arbeiðshættir í mun til aktualitet, fjølbroytni og næmingasløg. Tey lesandi kunnu eisini viðgera tvørfakligt samstarv og uttanhýsis samstarv. Tey lesandi arbeiða antin í bólkum ella hvør sær við verkætlanum eftir egnum vali, ið tó verða góðkend av undirvísaranum. Verkætlanararbeiðið verður stuðlað av didaktiskum lesnaði um undirvísingarskipan, ástøði um góða og effektiv undirvísing umframt samfelagsfrøðididaktikk. Skeiðið er sostatt sameining av ástøði og praksis. Skeiðið viðger eisini undirvísingartilfar, sum er gjørt til fólkaskúlan, ið kann takast við í undirvísingargongdir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Sjálvlestur. Sjálvstøðugt arbeiði ella bólkaarbeiði. Framløgur og afturboðan. Didaktisk talvuundirvísing við dømum frá undirvísara. Felags kjak um úrtøkur, avbjóðingar o.a.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga við skrivligari synopsu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan verður í viku 18 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 18. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sámal Matras Kristiansen
- Undirvísarar
- Sámal Matras Kristiansen