6805 - Støddfrøði sum undirvísingarfak I - Algebra og geometri úr fakdidaktiskum sjónarhorni
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Støddfrøði sum undirvísingarfak I - Algebra og geometri úr fakdidaktiskum sjónarhorni
- Skeiðsnummar
- 6805.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Grundbókin er á donskum, og annað undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, orðaskifti, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
- Byrjanardato
- týsdagur, 27. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 6. til 10. flokk í støddfrøði við serligum atliti til algebra og geometri. Harumframt skal tann lesandi fáa eitt granskingargrundað fakdidaktiskt innlit, ið ger hann føran fyri leggja eina undirvísing til rættis, sum tekur atlit til kognitivu- og sosialu fortreytirnar hjá næmingunum.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna: • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum innan algebra og geometri í mið- og hádeild fólkaskúlans, • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í mið - og hádeild fólkaskúlans, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking, ið varpar ljós á, hvussu næmingar fata algebra og geometri , og hvussu henda fatan kann broytast og víðkast við góðari undirvísing • at grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi, næmingalagaða og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
- Innihald
- Høvuðstemuni í skeiðnum eru: • Generaliseringar, líkningar og funktiónir. • Renturokning, trupulleikaloysing og modellering í støddfrøði. • Klassisk og analytisk geometri, herundir skilvís hugsan og próvførsla. • Trigonometri og ikki-euklidisk geometri. • Námsætlan fyri støddfrøði í føroyska fólkaskúlanum. • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir í støddfrøði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka: Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivliga royndir. Hesar uppgávur skulu góðkennast og verða mettar sum staðið/ikki staðið. Lesandi verða mett einsæris.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning kemur seinni
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Ingi Heinesen Højsted
- Undirvísarar
- Søren Antoft