6806 - Støddfrøði sum undirvísingarfak II - Støddfrøði didaktikkur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Støddfrøði sum undirvísingarfak II - Støddfrøði didaktikkur
Skeiðsnummar
6806.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í miðdeild og hádeild fólkaskúlans í støddfrøði. Tann lesandi skal fáa innlit í granskingargrundaði støddfrøði-didaktisk ástøði og háttaløg. Hetta innlit skal gera tann lesandi føran fyri at fyrireika og fremja eina næmingalagaða undirvísing, sum leggur upp fyri, at næmingar í sama flokki kunnu hava ymiskar kognitivar- og sosialar fortreytir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at greiða frá týðandi støddfrøði didaktiskum ástøðum. • at lýsa sosiostøddfrøðiligir normar og læraraleiklutin í einari næmingalagari virksemisundirvísing í støddfrøði. • at vísa dømi um ávikavist (1) uttanatslæring, (2) læring sum stigvís fatan, (3) læring sum tilognan og (4) læring sum luttøka í støddfrøðiundirvísing. • at samantvinna støddfrøði didaktisk ástøði við ítøkilig undirvísingardømi í mið- og hádeild fólkaskúlans. • at hugleiða um og taka støðu til støddfrøði didaktisk ástøði og gransking í mun støddfrøði undirvísing í mið- og hádeild fólkaskúlans.
Innihald
Vit seta fokus á miðdeild- og hádeild fólkaskúlans. Høvuðsevnini eru: • Uttanatslæra í støddfrøði mótvegis læring, har stigvís fatan av støddfrøðiliga innihaldinum er í miðdepli. • Støddfrøðiligir førleikar, støddfrøðiligt innihald og námsætlanir. • Ástøði, ið snúgva seg um ávikavist (1) støddfrøði læring sum tilognan og (2) støddfrøði læring sum luttøka. • Virksemisundirvísing, leikluturin hjá lærarunum, samskifti og sosiostøddfrøðiligir normar. • Eftirmetinghættir í lærugreinini støddfrøði. • Ástøði um KT í støddfrøði undirvísing.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: 1) Ein skrivlig próvtøka. 2) Við skeiðslok skulu tey lesandi lata inn eina framløguskrá (t.e. synopsis), sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. Munnliga próvtøkan tekur støði í hesi skránni. Lesandi verða mett einsæris. Ein samlað meting verður givin fyri bæði próvtøkuavrikini.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivligu og munnligu próvtøkurnar eru settar til viku 2 í 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted
Undirvísarar
Søren Antoft
Aftur