6811a - Føroyskt
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Føroyskt
- Skeiðsnummar
- 6811.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, donskum, enskum og skandinaviskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 26. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menning hins einstaka sum samleika-, mentanar- og vitanarberi. At tann lesandi mennir sín skrivliga førleika.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: • greiða frá grundleggjandi ástøðum um mál sum samskiftisamboð og sum samleika-, mentanar- og vitanarbera og tvinna hesi ástøðini saman við námsfrøðiligum virksemi. • vísa hóskandi mál- og samskiftisførleikar í ymsum sjangrum og høpum. • greiða frá, hvat eyðkennir list- og frásagnarfrøði og seta tað saman við mentan og samleikamenning hins einstaka. • greiða frá, hvat hendir í eini málamótstøðu. vísa innlit í ástøði um tvímæli.
- Innihald
- • Hvat er mál • Literasi, máltilognan og málmenning • Sambandið millum mál og samleika • Tví- ella fleirmæli • Málamót • Narrativitetur • Mál sum samskifti lagað til støðu og umstøður • Mállæra, rættskriving og teknseting • Skriving
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skift verður ímillum fyrilestralíknandi dialogiska frálæru, studentaframløgur, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva og munnlig próvtøka
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning kemur seinni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Helena Kannuberg
- Undirvísarar
- Helena Kannuberg