6814 - Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Námsfrøði og didaktikkur I - ástøðiligur partur
- Skeiðsnummar
- 6814.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildin
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Grundbøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Bólkarbeiði, orðaskifti, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 4. november 2024
- Endadato
- 17. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði. Tey lesandi skulu harumframt læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðinum á dagstovni, vøggustovu og frítíðarskúla.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Lýsa kritiskt hvat eyðkennir námsfrøði sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagunum á økinum. • Greiða og greina námsvísindaligar tekstir og ástøði sum grundarlag undir námsfrøðiligum arbeiði. • Greina hvussu børn verða mentað, myndað og sosialiserað við atliti til dagstovnaøkið. • Kritiskt greina og tulka námsfrøðiligu søguna í Føroyum. • Samantvinnað námsfrøðiligu evnini við einum ástøðiligum grundalagi, ið setir trivnað og menning í miðdepilin.
- Innihald
- Á skeinum fer undirvísingin at viðgera gerandisdagin á dagstovni,vøggustovu og frítíðarskúla út frá einum námsfrøðiligum sjónarhorni. Dagstovnalógin og Námsfrøðulig Stevnumið Søgan um ta námsfrøðiligu gongdina í Føroyum Tann mentandi og mentaði námsfrøðingurin Barnaáskoðan og samskifti Relatiónir og viðurkenning Didaktikkur Inklusión Spæl Trivnaður Kyn, børn og seksualitetur Evidens grundað námsfrøðiligt virksemi Fleirmentanir Smá, miðal og stór skiftir Kroppur og rørsla Foreldra- og tvørprofessionelt samstarv
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kjak Portfolio og eftirmeting
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Portfolio Nærri kunning í serstøkum skjali.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Portfolio
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sigrid Laila Vesturgarð
- Undirvísarar
- Sigrid Laila Vesturgarð, Tóra Højgaard Joensen