6815 - Námsfrøðilig sálarfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Námsfrøðilig sálarfrøði
- Skeiðsnummar
- 6815.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær eina grundleggjandi vitan um námsfrøðiliga sálarfrøði, sum er viðkomandi fyri námsfrøðiliga arbeiði við ymiskum bólkum av menniskjum. Tann lesandi nemur sær vitan um, hvussu menniskju læra og mennast, og hvussu læring og menning kann stimbrast og motiverast í námsfrøðiligum arbeiði.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:: • Greiða frá sálarfrøðiligu ástøðini, sum eru gjøgnumgingin á skeiðnum. • Meta um hvørjar menniskjafatanir liggja til grund fyri ymisku ástøðini, og hvønn týdning tað hevur fyri námsfrøðiliga arbeiðið. • Lýsa tørvir hjá menniskja sum einstaklingur og sum partur av einum felagsskapi. • Meta um ymiskar kynsproblematikkir og týdningin av javnstøðu innan námsfrøðiligt arbeiði. • Hugleiða um etiskar tvístøður í námsfrøðiligum arbeiði.
- Innihald
- • Lýsing av hvussu námsfrøðilig sálarfrøði kann nýtast í námsfrøðiligum arbeiði. • Innlit í hvussu menniskju læra og mennast sambært ymisk sálarfrøðilig ástøði. • Menniskjafatanir sum eyðkenna ymisku ástøðini. • Sálarfrøði í eitt einstaklinga- og felagsskapsperspektiv. • Kyn og javnstøða á dagstovnum • Etikkur, sum grundarsteinur í námsfrøðiligari sálarfrøði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, arbeiða við casum, sjálvstøðugar uppgávur, framløgur, sjálvlestur. Vitanarbýti gjøgnum skrivligar og munnligar framløgur
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivlig uppgáva latast inn 17. januar 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Ivonna Anna Sigga Johansen
- Undirvísarar
- Ivonna Anna Sigga Johansen, Marius Joensen