6830 - Mál og lesimenning fyri skúlaaldur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Mál og lesimenning fyri skúlaaldur
- Skeiðsnummar
- 6830.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á donskum, enskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 1. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í týdningin, ið mál hevur fyri menningina hjá barninum.Tey lesandi fáa innlit í máltøku fyrstu árini, hví málsligt virksemi hevur týdning og hvussu farast kann fram í verki. Tey fáa innlit í føroyska læruumhvørvið og hvussu tað kann brúkast í námsfrøðiligum virksemi.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi: 1. duga at lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum 2. duga at greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning og knýta hetta í námsfrøðiligt virksemi í verki 3. duga at lýsa føroyska mál- og læruumhvørvið fyri børn undir skúlaaldur 4. duga at greiða frá, hvussu tilfar úr føroyska umhvørvinum kann brúkast í námsfrøðiliga arbeiðinum 6. duga at gera eina skipaða lærugongd við støði í ástøðiligum tilfari brúkt í undirvísingini
- Innihald
- Tey lesandi skulu arbeiða við týdninginum av mál og lesimenning og hvussu málið er partur av gerandisdegnum á stovninum. Tey lesandi skulu leggja til rættis virksemi til børn undir skúlaaldur, sum stimbrar og kveikir málmenningina eftir menningarstigi við íblástri úr føroyska læruumhvørvinum. - Hvønn týdning umhvørvið hevur fyri máltøku hjá børnum - Kunna seg um t.d. rím, ramsur, skjaldur, sagnir og barnabøkur, umframt støð av áhuga fyri børn. - Brúka hetta tilfar í námsfrøðiligum virksemi
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, fjarundirvísing, studentaframløgum, kjaki og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku - vika 45.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sissal Maria Rasmussen
- Undirvísarar
- Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir, Sissal Maria Rasmussen