6832 - Serøkið II – verkligur partur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Serøkið II – verkligur partur
Skeiðsnummar
6832.22
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Ongar
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
Byrjanardato
27. mars 2023
Endadato
26. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
Á hesum skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um tað sernámsfrøðiliga arbeiðsøki. Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu megna at knýta ástøði við praksis.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • knýta viðkomandi ástøði við tann verkliga partin. • fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til tær lógir, kunngerðir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri tað sernámsfrøðiliga økið. • greiða frá og taka atlit til menningarstøðið og fortreytir hjá teimum menniskju hon/hann varir av. • virka, samstarva og samskifta við starvsfelagar og tey menniskju hon/hann varar av, við atliti til at skapa eitt mennandi og læruríkt umhvørvi.
Innihald
• Granskingartilgongdir til starvslæruøkið hjá tí lesandi. • Fyrireiking til starvslæruna. • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverkið – námsætlanir. • Arbeiðstilgongdir. • At megna at virka í praksis við støði í tí einstaka menniskjanum. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Bólka/einsæris uppgávur, logbók, vegleiðing og eftirmeting
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Synopsa við munnligari próvtøku
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnligari próvtøku er sett til viku 24 í 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. mars 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Annika Antoniussen
Undirvísarar
Aftur