6840 - Lívsáskoðan og siðalæra
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Lívsáskoðan og siðalæra
- Skeiðsnummar
- 6840.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, donskum, enskum og skandinaviskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 26. august 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 1. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær innlit í týðandi tættir í siðvenjum, ið hava mynda okkara samfelag, s.s. kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum, gerast tilvitaði um hvussu hesar ávirka virkisøki hjá námsfrøðingum, og læra at rúma menniskjum við ymsum lívsáskoðanum á dag- og øðrum stovnum, ið námsfrøðingar starvast á; 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk og duga at brúka tey í námsfrøðiligum støðum; og 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar, ið skulu stuðla menningini og myndanini av menniskjum á føroyskum dagstovnum, o.líkn.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá týðandi tættum í ymsum fatanum av menniskjanum og samfelagnum, ið hava mynda okkara samfelag, og lýsa hvønn týdning hesi hava í okkara samfelag og teirra yrki - greiða frá etiskum siðvenjum og hugtøkum, og vísa hvussu hesi eru teirra komandi yrki viðkomandi - seta orð á og grundgeva fyri, hvør yrkisetiski leikluturin hjá námfrøðingum er, tá hugsa verður bæði um tey, ið námsfrøðingurin arbeiðir við, og um almennu karmarnar fyri dagstovnar og aðrar stovnar
- Innihald
- • Virðisgrundarløg og endamálsorðingin fyri dagstovnar og dagrøkt • Grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum, ið hava verið við til at mynda føroyska samfelagið og teir stovnar, ið námsfrøðingar arbeiða í • Tættir í vesturlendskum fólkaræðum, s.s. sekularisma • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Etisk menning og myndan á dagstovnum • Yrkisetikkur
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar, framløgur, og kravdar skrivivenjingar (í samstarvi við skeiðið í føroyskum).
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga. Skrivivenjingarnar skulu vera góðtiknar, áðrenn lesandi kunnu standa skeiðið
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til viku 45 í 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Poul Fossdal Guttesen
- Undirvísarar
- Marius Joensen