6852 - Undirvísing og læring II - Mál og lesimenning
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Undirvísing og læring II - Mál og lesimenning
- Skeiðsnummar
- 6852.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 20. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at geva tí lesandi kunnleika um mál- og lesimenning og innlit í týdningin, ið mál hevur fyri lesimenningina hjá næmingunum í grunddeild fólkaskúlans. Gjøgnum skeiðið skal tann lesandi harumframt venja sína egnu handskrift (á pappíri og á talvu) og fáa vitan um, hvussu yngstu næmingar fólkaskúlans menna eina vakra handskrift
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at - lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum - greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning - greiða frá hugtøkum innan lesitilognan og byrjanarlesing - lýsa og meta um tilfar, sum verður brúkt í føroyskum í grunddeild fólkaskúlans Harumframt skal hann duga at - skriva greitt og sjónligt á pappír - skriva greitt og sjónligt á talvu - vísa við dømum, hvussu ein lærari kann læra næmingar í grunddeildini at fáa góða hondskrift
- Innihald
- Skeiðið er í tveimum høvuðspørtum: Fyrri partur: - Máltøka og málmenning - Málslig menning sum grundarlag undir lesiførleikum - Lesing, lesivanar og lesiførleikar - Stimbrandi undirvísingartilfar í føroyskum Seinni partur: - Handskriftin hjá læraranum - Handskriftin hjá næmingunum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, evnisarbeiði, arbeiði við úrvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur, bólkaframløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka. Tey lesandi skulu loysa úrvaldar uppgávur gjøgnum skeiðið. Uppgávur og avrik verða savnað í eina avriksmappu (portfolio). Avriksmappan skal leggjast fram við skeiðslok.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Metingin verður gjørd í viku 22 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 20. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir
- Undirvísarar
- Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir