6853 - Undirvísing og læring III - Lærarastarvið - skúli og samfelag
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Undirvísing og læring III - Lærarastarvið - skúli og samfelag
Skeiðsnummar
6853.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal verða innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
19. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í tær grundhugsanir, ið eyðkenna fólkaskúlan og fólkaskúlaskipanina. – Hví hava vit ein fólkaskúla? Hvørjar uppgávur skal fólkaskúlin loysa fyri samfelagið? Og hvat eyðkennirsambandið millum lærara/næming, lærara/lærara og næming/næming í fólkaskúlanum?
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá høvuðsgongdini í føroyskari skúlasøgu - hugleiða um skúlans uppgávu við støði í viðurkendum pedagogiskum ástøðum - greiða frá og taka støðu til avbjóðingar og skyldur, sum føroyskir fólkaskúlalærarar hava - greiða og meta um myndanaruppgávu skúlans - greiða frá floksleiðsluhugtakinum og føra prógv fyri hvønn týdning floksleiðsla hevur fyri undirvísing. - meta um sína egnu læraramedferð og persónsmensku - lýsa tann mun, ið kann vera millum næmingar, ið sita lið um lið í fólkaskúlanum og vísa við dømum, hvussu ein lærari kann næmingalaga undirvísingina - greiða frá og kritiskt meta um ymiskar læraratýpur og leiklutir - at standa fram og undirvísa bólkalimum í ymiskum úrvaldum evnum
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: • Hin føroyski fólkaskúlin – fyrr og nú • Fjølbroytt pedagogisk ástøði • Lærarin í fólkaskúlanum – og læraraleiklutir • Floksleiðsla • Næmingurin í fólkaskúlanum – nútíðarnæmingurin og næmingatýpur. • Børn og spæl
Læru- og undirvísingarhættir
Styttri og longri fyrilestar, samstarvandi lærutilgongdir, lesiringar, einstaklinga- og bólkaframløgur av ymiskum slagi, ymiskar skrivivenjingar og styttri og longri evnisarbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er ein skrivlig uppgáva. Skrivliga uppgávan er eitt einstaklinga avrik, har tann lesandi skal svara nøkrum spurningum, ið hava beinleiðis samband við læruúrtøkuna fyri skeiðið. Endurpróvtøka verður skipað á sama hátt, sum upprunaliga próvtøkan.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn í viku 3 í 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Rúna í Skála
Undirvísarar
Rúna í Skála
Aftur