6854 - Undirvísing og læring IV - Lívsáskoðan og siðalæra
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Undirvísing og læring IV - Lívsáskoðan og siðalæra
Skeiðsnummar
6854.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað
Byrjanardato
týsdagur, 21. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 13. juni 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey (1) nema sær innlit í týðandi tættir í siðvenjum, m.a. í kristni siðaarvinum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað okkara samfelag, gerast tilvitaði um hvussu hesar ávirka virkisøkið hjá lærarum, og læra at rúma menniskjum við ymsum lívsáskoðanum í dagliga lívinum á skúlanum; (2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk og duga at brúka tey í viðkomandi yrkisstøðum hjá lærarum; og (3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi lærarir, ið skulu stuðla menningini og myndanini av børnum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • taka støðu til hvønn leiklut ymsar siðvenjur, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í føroyska samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans • greiða frá og samanbera ymsar siðalærur, og vísa hvussu hesar eru viðkomandi í teirra komandi yrki • seta orð á og grundgeva fyri, hvør yrkisetiski leikluturin hjá lærarum er, tá hugsað verður bæði um næmingarnar, ið lærarar arbeiðir við, og um almennu karmarnar fyri skúlaverkið
Innihald
Høvuðsevnini eru: • Virðir og endamálsorðing fólkaskúlans • Grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum, ið hava myndað føroyska samfelagið og fólkaskúlan • Tættir í vesturlendskum fólkaræðum, s.s. modernitetur og sekularisma • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Etisk menning og myndan á skúlum • Yrkisetikkur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga (Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til viku 24 í 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 21. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen
Undirvísarar
Poul Fossdal Guttesen, Sigri Mitra Gaïni
Aftur