6900 - Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar
- Skeiðsnummar
- 6900.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Útbúgvingar
- Fortreytir
- At tann lesandi hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur verið í starvi í minsta lagi 2 ár.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum málum. Bólkarbeiði, case-arbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Tey, ið lúka fortreytirnar, melda seg til skeiðið við at senda umsóknarblað til umsokn@setur.fo.
- Byrjanardato
- týsdagur, 1. oktober 2024
- Endadato
- hósdagur, 19. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er, at tann lesandi fær vitan og førleikar til at vegleiða námsfrøðingalesandi við støði í krøvunum til starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: • lýsa krøv og innihald til starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini. • greina og tulka ástøði um realtiónsførleikan sum grundleggjandi fyri starvslæruna og vegleiðingina • greina og tulka hættir og ástøði um vegleiðing og eftirmeting • greiða frá og grundgeva fyri ábyrgdini og leiklutinum hjá starvslæruvegleiðaranum. • greina etiskar støður, ið kunnu koma fyri í vegleiðingini/starvslæruni. • gera eina vælgrundaða og konstruktiva eftirmeting av tí starvslærulesandi.
- Innihald
- • Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini • Karmarnir fyri starvslæruna - skeiðslýsingin • Tann grundleggjandi relatiónsførleikin • Ástøði um vegleiðing og eftirmeting • Hættir til vegleiðing • Móttøkan av starvslærulesandi • Fyrireiking og innihald av samtalutímunum • Samstarv millum stovn og Námsvísindadeildina • Etiska tilgongdi • Eftirmeting av starvslærulesandi
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísing, fyrilestrar, bólkaarbeiði, casearbeiði, framløgur, vegleðing av starvslærulesandi, eftirmeting av starvslærulesandi og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Portfolio og munnlig framløga
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning kemur seinni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 1. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Antoniussen
- Undirvísarar
- Annika Antoniussen, Sigrid Laila Vesturgarð