7086 - Námsfrøðilig útbúgving – verkligur partur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Námsfrøðilig útbúgving – verkligur partur
Skeiðsnummar
7086.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
25,00
Stig
Master
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
Námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum – Bachelorstig
Fortreytir
Starvssetan á miðnámsskúla, yrkisskúla ella vinnuskúla og góðkenning frá undirvísingarstýrinum at gerast námsluttakari.
Undirvísingarmál
Skeiðið fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á Námsfrøðiligari útbúgving eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
18. august 2023
Endadato
17. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at gagnnýta ástøðina frá ástøðiliga partinum í verki innan egið fakøki, bæði við atliti til fakliga innihaldið og við støði í einstaka næminginum, bólkum og flokkum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • velja út fakligt innihald til undirvísingargongdir. • brúka fjølbroyttar undirvísingarhættir. • brúka talgildar og samvirknar arbeiðshættir í síni undirvísing • megna floksleiðslu, samskifti og relatiónir í undirvísingarstøðuni • duga at gagnnýta didaktisku møguleikarnar í valda tilfarinum • duga at raðfesta hvørji fakdidaktisk háttaløg og eftirmetingarhættir hóska best • duga at taka uppí møguleikar fyri tvørgreinaligum samstarvi • eftirmeta formativt og summativt bæði egna undirvísing og næmingaluttøku og -avrik
Innihald
• Ástøði frá ástøðiliga partinum av útbúgvingini víst í verki. Harímillum at nýta talgilda tøkni, sum part av didaktisku háttaløgunum, undirvísingartilfarinum og eftirmetingarhættunum. • Eygleiðing av undirvísing hjá vegleiðara og øðrum viðkomandi pørtum. • Tilrættalegging av undirvísingargongdum og ársætlan í egnum lærugreinum. • Fyriskipan av formligum og óformligum skrivligum, munnligum ella verkligum royndum í samráð við vegleiðaran. • Vitjanir frá uttanhýsis metarum við eygleiðingum og vegleiðingum.
Læru- og undirvísingarhættir
Eygleiðing av undirvísing hjá vegleiðara. Eygleiðing av undirvísing hjá øðrum undirvísarum. Eygleiðing og vegleiðing av egnari undirvísing frá vegleiðara. Formativ eftirmeting eftir uttanhýsis vitjanir.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka, sí serstaka próvtøkulýsing
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Metingin verður gjørd við skeiðsenda.
Freist fyri frámelding til próvtøku
18. august 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Erla Olsen
Undirvísarar
Erla Olsen
Aftur