7152 - Námsfrøði og didaktikkur II – verkligur partur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Námsfrøði og didaktikkur II – verkligur partur
Skeiðsnummar
7152.22
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Grundbøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Bólkarbeiði, orðaskifti, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
25. mars 2024
Endadato
14. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í og gerast tilvitaði um almenn didaktisk evni, sum kunnu knýtast at dagliga arbeiðnum í vøggustovu, dagstovni, frítíðarskúla og ungdómshúsi. Dentur verður lagdur á, at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • leggja eina ætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • Greiða frá og meta um hvussu ein ítøkilig tilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan. • nýta didaktikk og ástøði sum arbeiðsamboð í starvslæruni.
Innihald
Starvslæran er størsti partur av skeiðnum Námsfrøði og didaktikkur II. Tí er undirvísingin í høvðusheitum, fyrireiking til starvslæruna. Undirvísingin fer at viðgera krøvini til starvslæruna og krøvini til tann lesandi í starvslæruni. Skeiðið fevnir um hesi evnisøki: • Almenn didaktikk • Námsætlanir • Námsfrøðilig stevnumið • Starvslæran
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, smærri og størri skrivivenjingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til viku 23 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
25. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð
Undirvísarar
Sigrid Laila Vesturgarð, Tóra Højgaard Joensen
Aftur