7173 - Námsfrøðilig útbúgving – almenn didaktikk
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Námsfrøðilig útbúgving – almenn didaktikk
Skeiðsnummar
7173.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Staðið námsfrøðiligt innleiðsluskeið (NIS) ella samsvarandi førleiki
Undirvísingarmál
Føroyskt og enskt
Tilmelding
Skeiðið er fyri undirvísarar á miðnámsskúlum, vinnuskúlum og yrkisskúkum
Byrjanardato
fríggjadagur, 25. oktober 2024
Endadato
fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
Tann lesandi skal fáa innlit í grundleggjandi ástøði um læring, undirvísing, motivatión og trivnað, sum eru viðkomandi, tá ið ein skal undirvísa á yrkisnámi í 21. øld. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í fjølbroyttar undirvísingar- og eftirmetingarhættir og holla vitan um, hvussu ein góð floksleiðsla kann skipast á yrkisnámi
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri - at lýsa almenn didaktikk sum námsgrein og vísindaøki - at lýsa føroysku útbúgvingarskipanina - at lýsa fortreytirnar hjá teimum, ið søkja inn á miðnám og yrkisnám - at greiða frá ymiskum undirvísingarhættum og at meta um, nær ein undirvísingarháttur er betur egnaður enn ein annar - at greiða frá ymiskum eftirmetingarhættum og at meta um, nær ein eftirmetingarháttur er betur egnaður enn ein annar - at greiða frá, hvat eyðkennir góða undirvísing og góðar undirvísarar - at seta kritiska eygað á eins egnu vanar sum undirvísari - at vísa við fjølbroyttum dømum, hvat eyðkennir góða floksleiðslu, og hvørji amboð eru til taks, tá ið ein skal skapa góðar arbeiðsvanar og góðan trivnað innanfloks - at kjakast um, hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar eru tengdir at KT nýtslu í skúlaskipanini
Innihald
Skeiðið er í 8 sjálvstøðugum og tó samanhangandi pørtum Miðnám og yrkisnám – í søguligum ljósi Ungfólk í 21. øld – fortreyt og samtíðardiagnosa Grundleggjandi læru- og undirvísingarástøði Góð undirvísing og góðir undirvísarar Fjølbroyttir undirvísingarhættir Fjølbroyttir eftirmetingarhættir Floksleiðsla KT sum undirvísingaramboð
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugur lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði, smærri uppgávur, bólkaframløgur og upplegg á Zoom
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuuppgávan verður handað tann 17. Januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
fríggjadagur, 25. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Harryson
Undirvísarar
Hans Harryson, Kalpana Vijayavarathan-R, Rúna í Skála, Frida Birita Poulsen, Tóri Slættalíð
Aftur