7174 - Námsfrøðilig útbúgving – eygleiðing og sjálveftirmeting
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Námsfrøðilig útbúgving – eygleiðing og sjálveftirmeting
- Skeiðsnummar
- 7174.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Staðið námsfrøðiligt innleiðsluskeið (NIS) ella samsvarandi førleiki
- Undirvísingarmál
- Føroyskt og enskt
- Tilmelding
- Skeiðið er fyri undirvísarar á miðnámsskúlum, vinnuskúlum og yrkisskúkum
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 8. november 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 2. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Tann lesandi skal gerast varugur við, hvat eyðkennir eins egnu undirvísingarvanar, og hann skal fáa innlit í (og lata seg hugkveikja av), hvussu aðrir lærarar á miðnámi og í yrkis- og vinnuskúlum fara til verka og skipa sína undirvísing
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri - at lýsa seg sum undirvísara - at lýsa, hvat eyðkennir – og gongur aftur – í tí undirvísing, sum hann/hon stendur fyri - at meta um sínar sterku síður sum undirvísari - at meta um hvørjar førleikar, hann/hon eigur at menna í næstum - at lýsa og meta um undirvísingina hjá lærarum í ymiskum lærugreinum og á ymiskum skúlum - at velja út og taka støðu til, hvat hann/hon kann læra av at eygleiða aðrar undirvísarar
- Innihald
- Skeiðið er skipað kring 4 sjálvstøðugar eygleiðingaruppgávur - Sjálveftirmeting – mín skúlasøga og mín undirvísingarstílur - Eygleiðing I: Lærarar, ið undirvísa í somu (ella líknandi) lærugrein, sum ein sjálv/ur - Eygleiðing II: Lærarar, ið undirvísa á sama skúla sum ein sjálv/ur, men í øðrum lærugreinum - Eygleiðing III: Lærarar, ið undirvísa á einum skúla og/ella í einari aðrari skúlaskipan enn ein sjálv/ur
- Læru- og undirvísingarhættir
- Eygleiðing, uppgávuskriving og skrivlig afturboðan
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Próvtøkan er í tveimum pørtum: Tey lesandi skulu greiða 4 eygleiðingaruppgávur úr hondum, ið verða mettar og viðmerktar, so hvørt skeiðið gongur Tey lesandi skulu greiða øðrum lesandi frá sínum eygleiðingarúrslitum. Eygleiðingaruppgávurnar verða framdar einsæris
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan verður 2. mai 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 8. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Harryson
- Undirvísarar
- Hans Harryson, Kalpana Vijayavarathan-R