7175 - Námsfrøðilig útbúgving – fakdidaktikk
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Námsfrøðilig útbúgving – fakdidaktikk
- Skeiðsnummar
- 7175.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Staðið námsfrøðiligt innleiðsluskeið (NIS) ella samsvarandi førleiki
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Skeiðið er fyri undirvísarar á miðnámsskúlum, vinnuskúlum og yrkisskúkum
- Byrjanardato
- fríggjadagur, 7. februar 2025
- Endadato
- leygardagur, 31. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Tann lesandi skal fáa innlit í fakdidaktisk ástøði, stevnumið, siðvenjur, avbjóðingar og møguleikar. Við støði í hesum innliti skal tann lesandi læra at fyrireika, fremja og eftirmeta eina dygdargóða undirvísing í einari ávísari lærugrein og/ella í einum ávísum lærugreinaøki á yrkisnámi
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri • at lýsa endamálið og innihaldið í tí lærugrein ella teimum lærugreinum, ein varðar av • at lýsa fjølbroyttar undirvísingar- og eftirmetingarhættir, ið sermerkja ta lærugrein ella tær lærugreinar, ið ein undirvísir í • at skapa samanhang millum innihald, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir í útbúgvingarsamanhangi • at kjakast um fakdidaktiskar avbjóðingar og fakdidaktiskar møguleikar í yrkisútbúgvingum – m.a. sambandið millum ástøði og praksis • at meta um og taka støðu til sernámsfrøðiligar avbjóðingar í yrkisútbúgvingum • at meta um, hvussu ein lærari kann nýta KT sum fakdidaktisk hjálparamboð í yrkisútbúgvingum • at vísa við dømum og kjakast um, hvønn týdning framburður lærarans (andlitsbragd, handakeipa, raddarnýtsla, eygnasamband, handskrift, talvuordan) hevur á læruumhvørvið og læruúrtøkuna
- Innihald
- Skeiðið er í trimum høvuðspørtum • Fakdidaktisk ástøði og fakdidaktiskar siðvenjur • Sambandið millum ástøði og praksis • Faklig krøv og faklig mál í yrkisútbúgvingum (lóg, námsætlan, undirvísingarætlan) • Sernámsfrøðiligar avbjóðingar í yrkisútbúgvingum • Framburður lærarans (rødd, framburður, handskrift og talvuordan) • Etisk viðurskifti í lærarayrkinum • Námsætlan, ársætlan og undirvísingartilfar • Fjølbroyttir undirvísingar- og fjølbroyttir eftirmetingarhættir • KT didaktikkur í yrkisútbúgvingum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Sjálvstøðugur lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði, smærri uppgávur, bólkaframløgur og upplegg á Zoom.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga, sum tekur støði í spurningum, ið tann lesandi fær handaðar
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er ásett til 30. mai 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- fríggjadagur, 7. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Harryson
- Undirvísarar
- Hans Harryson, Tóri Slættalíð, Rúna í Skála, Frida Birita Poulsen, Poul Fossdal Guttesen