7285 - Menniskja, stovnur og samfelag
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
Skeiðsnummar
7285.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
At vera innskrivaður sum lesandi á Námsvísindadeildina.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á skandinaviskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
26. august 2024
Endadato
17. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamál Purpose Tey lesandi skulu nema sær vitan, bæði fakliga og ástøðiliga, um samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøkið og samfelagið. Og um samanspælið millum áhugapartarnar og fortreytirnar fyri at virka professionelt á námsfrøðiliga økinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina fakliga og ástøðiliga samanhangin millum menniskja, námsfrøðiliga stovnsøkið og samfelagið. • Tulka samanspælið millum allar áhugapartarnar bæði í mun til individi og bólkar. • Viðgerða hvussu námsfrøðingurin kan virka professionelt. • Fyrireika og fremja eitt semistrukturera kvalitativt interview fyri at savna egna empiri um eitt sosiologist evni.
Innihald
• Lógarverkið innan námsfrøðiliga økið • Altjóðagerðin (globalisering) í føroyska samfelagnum • Vælferðarskipanin í føroyska samfelagnum • Samspælið millum námsfrøðingar og børn/brúkarar og foreldur/avvarðandi • Námsfrøðiligu stovnarnir, stovnsmentan & námsfrøðilig leiðsla • Samstarvs og tvørfakligt samstarv • Individ og felagsskapur • Yrkissamleiki • Fátækradømi • Fleirmentan • Ástøði og háttalag til eitt kvalitativt semistrukturera interview
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kravda framløgu, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan skal latast inn tann 1. november, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Annika Antoniussen
Undirvísarar
Annika Antoniussen, Marius Joensen
Aftur