7285b - Menniskja, stovnur og samfelag
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Menniskja, stovnur og samfelag
- Skeiðsnummar
- 7285.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- At vera innskrivaður sum lesandi á Námsvísindadeildina.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 4. november 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamál Purpose Tey lesandi skulu nema sær vitan, bæði fakliga og ástøðiliga, um samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøkið og samfelagið. Og um samanspælið millum áhugapartarnar og fortreytirnar fyri at virka professionelt á námsfrøðiliga økinum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina fakliga og ástøðiliga samanhangin millum menniskja, námsfrøðiliga stovnsøkið og samfelagið. • Tulka samanspælið millum allar áhugapartarnar bæði í mun til individi og bólkar. • Viðgerða hvussu námsfrøðingurin kan virka professionelt. • Fyrireika og fremja eitt semistrukturera kvalitativt interview fyri at savna egna empiri um eitt sosiologist evni.
- Innihald
- • Lógarverkið innan námsfrøðiliga økið • Altjóðagerðin (globalisering) í føroyska samfelagnum • Vælferðarskipanin í føroyska samfelagnum • Samspælið millum námsfrøðingar og børn/brúkarar og foreldur/avvarðandi • Námsfrøðiligu stovnarnir, stovnsmentan & námsfrøðilig leiðsla • Samstarvs og tvørfakligt samstarv • Individ og felagsskapur • Yrkissamleiki • Fátækradømi • Fleirmentan • Ástøði og háttalag til eitt kvalitativt semistrukturera interview
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kravda framløgu, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan skal latast í viku 3 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Antoniussen
- Undirvísarar
- Annika Antoniussen