7573 - Smíð modul 3
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Smíð modul 3
- Skeiðsnummar
- 7573.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Útbúgvingar
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður in svenskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og enskum.
- Tilmelding
- Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
- Byrjanardato
- 16. september 2024
- Endadato
- 29. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi við grundarlagi í ástøði skulu seta seg inn í ymiskar tilgongdir til designprosess, kreativitet og fantasi, samstundis sum tey læra handaligar førleikar innan træ- og metalsmíð.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Skilja og grundgeva fyri hvønn týdning ymiskar tilgongdir hava innan smíðundirvísing í mun til læruúrtøkuna hjá næmingunum. • Skilja og grundgeva fyri hvussu fantasi og kreativitetur síggjast aftur, tá næmingar arbeiða við smíð, og hvussu hetta ávirkar teirra læring. • Skilja og greiða frá námsætlanini og innihaldinum í henni og vísa á dømi um, hvussu undirvísingarætlan kann skipast fyri at skapa møguleikar fyri læring og menning hjá næmingum í smíð. • Arbeiða sjálvstøðugt fram móti at kunna undirvísa í teimum ymisku handverksarbeiðaháttunum, sum modulið inniheldur.
- Innihald
- • Ástøði um ymiskar tilgongdir, kreativitet og fantasi, námsætlan, planlegging og íverksetan. • Tilfarslæra • Verklig læra og fatan av: - Hvussu ymisk skerandi amboð kunnu nýtast í bæði turrum og vátum træi fyri at skapa ymisk úrslit sum t.d. sleivir og smørknívar. - Hvussu íløt og skeiðir kunnu virkast í metalli. - Tilfarslæru, har ið arbeitt verður við ymiskum tilfari at skefta t.d. knívar ella ostaskerarar við. - Hvussu betong kann nýtast at skapa ymisk úrslit við, og hvussu tað kann tilvirkast.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktisk venjing, munnlig og skrivlig uppgáva, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Nærri kunning um próvtøkuna verður seinni
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 16. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Undirvísarar
- Joakim Andersson