7801 - BEd. ritgerð - læraraútbúgvingin
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- BEd. ritgerð - læraraútbúgvingin
- Skeiðsnummar
- 7801.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Áðrenn lesandi sleppa upp til próvtøku í BEd. ritgerðini, skulu tey hava staðið allar ásettar próvtøkur á læraraútbúgvingini
- Undirvísingarmál
- Føroysky
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum fólkaskúlalærari eru sjálvvirkandi tilmeldað
- Byrjanardato
- mánadagur, 21. oktober 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 6. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við ritgerðini er, at lesandi seta seg inn í praktisku, fakligu, námsfrøðiligu og didaktisku avbjóðingarnar í lærarayrkinum. Lesandi skulu viðgera viðkomandi spurningar í lærarastarvinum, har ið tey samantvinna vísindaligt ástøði og háttalag við egnar royndir.
- Læruúrtøka
- Vitan: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • greiða frá og viðgera grundleggjandi vísindaligar fatanir og knýta tær at skúla- og undirvísingarspurningum • grundgeva fyri úrvaldum háttaløgum, sum eru viðkomandi, tá ið granskað verður í skúlans virksemi • greiða frá og viðgera týðandi praktiskar, fakligar, námsfrøðiligar og didaktiskar avbjóðingar í skúlanum • greiða frá og kjakast sum spurdómsevnið Førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • savna empiri við støði í spurdóminum og fakliga evninum • nýta ástøði og háttaløg í síni viðgerð av spurdóminum • greina viðkomandi granskingarúrslit við kritiskum eyga og meta um, hvønn týdning granskingarúrslitið hevur fyri læruumstøður næmingsins • taka støðu til undirvísingar- og menningarætlanir og meta um, hvussu hesar roynast í verki Almennir førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • skriva ein akademsikan tekst • miðla og kjakast um eitt samansett fakligt evni • meta um, hvørji etisk atlit skulu takast í skúla- og undirvísingargransking
- Innihald
- Ritgerðin verður skipað kring ein spurdóm. Spurdómurin skal grundast í undirvísingarfakligum og/ella námsfrøðiligum avbjóðingum, sum eru týðandi fyri skúlans virksemi. Tann lesandi orðar sín spurdóm í samráð við vegleiðaran.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Vegleiðing: • 3 tímar til ein lesandi • 4 tímar til ein bólk á tvey lesandi • 5 tímar til ein bólk á trý lesandi
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Ritgerðin er eitt skrivligt avrik, ið verður vart munnliga. BEd. ritgerðin kann verða skrivað einsæris ella í bólki við í mesta lagi trimum lesandi. Ritgerðin endar við eini einsæris munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði skrivaðu ritgerðini. Próvtøkan og onnur viðurskifti eru nærri lýst í serstøkum skjali
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- The exam is set for Week 23 in 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 21. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Frida Birita Poulsen
- Undirvísarar