7852 - Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslærufrágreiðing
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslærufrágreiðing
- Skeiðsnummar
- 7852.20
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Áðrenn skeiðið byrjar, skula lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur. Skeiðið Sjálvstøðug einsæris starvslæra – starvslæran 7851.20, skal vera staðið, áðrenn lesandi kunnu skriva starvslærufrágreiðingina.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 17. mars 2025
- Endadato
- mánadagur, 17. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Lesandi skulu fyrireika og eftirmeta starvslæruna við støði í fakligum kunnleika, refleksiónum og etiskum tilviti, ið skal samantvinnast við praksis.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at: • Fyrireika og skipa námsfrøðiligt virksemi • Fyrihalda seg refleksivt og etiskt til námsfrøðiligu arbeiðstilgongdina • Eftirmeta og reflektera um námsfrøðiliga virksemið, við atliti at, at lesandi vísa sín yrkisførleika persónliga og fakliga.
- Innihald
- Lesandi skulu fyrireika starvslæruna, gera eina málsetning og ein arbeiðssetning, ið skal fremjast í verki. Starvslæran verður eftirmett gjøgnum starvslærutíðarskeiðið og endaliga eftir starvslæruna.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Felags og egin refleksión, vegleiðing, bólkaarbeiði, eftirmeting, og skrivlig uppgáva.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Lesandi skulu skriva eina starvslærufrágreiðing. Nærri kunning í serstøkum skjali.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til í viku 12 í 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 17. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Antoniussen
- Undirvísarar
- Ketty Fríða á Fríðriksmørk, Annika Antoniussen