8723 - Kvalitativ granskingarháttaløg í heilsuvísindum
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kvalitativ granskingarháttaløg í heilsuvísindum
- Skeiðsnummar
- 8723.23
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Master
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- M.Sc. í heilsuvísindum
- Fortreytir
- Heilsuvísindaliga útbúgving á bachelorstigi, Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á M.Sc. í heilsuvísindum melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi við at senda ein teldupost til DHS@setur.fo, í seinasta lagi 6. juni 2023. Kunning vv. stakgreinalestri verður tøk eftir 6. juni 2023.
- Byrjanardato
- 29. august 2023
- Endadato
- 4. oktober 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at lesandi fáa innlit í týðandi hugtøk, háttaløg og vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking, ogna sær førleika at meta um dygdina á kvalitativari gransking, og kunnu útinna kvalitativa kanning við støði í sjálvvaldum spurdómi í heilsuvísindum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - vísa innlit í eitt úrval av kvalitativum háttaløgum og vísindaástøðiligum tilgongdum - greiða frá samanhanginum millum vísindaástøðiligar tilgongdir og kvalitativ háttaløg - meta um dygdina á kvalitativari gransking út frá góðkendum kvalitetskrøvum - meta um etiskar avbjóðingar tá granskað verður í smáum og transparentum samfeløgum - útinna egna kvalitativa kanning við støði í sjálvaldum evni í heilsuvísindum
- Innihald
- Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - ymisk kvalitativ háttaløg - ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir innan kvalitativa gransking - granskingargongdina í kvalitativari gransking - etiskt umhugsni innan kvalitativa gransking og við serligum denti á avbjóðingar í smáum og transparentum samfeløgum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Á skeiðnum ger lesandi 3 kravdar uppgávur, ið skulu standast áðrenn viðkomandi kann fara upp til próvtøku. Til próvtøkuna ger lesandi út frá einum av kravdu uppgávunum ein postara, sum lesandi munnliga leggur fram.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til 16. oktobur 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 29. august 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Anna Sofía Fjallheim
- Undirvísarar
- Anna Sofía Fjallheim, Ása Róin