8731 - Professionella relatiónin
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Professionella relatiónin
- Skeiðsnummar
- 8731.23
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Master
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- M.Sc. í heilsuvísindum
- Fortreytir
- Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á M.Sc. í heilsuvísindum melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi við at senda ein teldupost til DHS@setur.fo, í seinasta lagi 6. juni 2023. Kunning vv. stakgreinalestri verður tøk eftir 6. juni 2023.
- Byrjanardato
- 19. oktober 2023
- Endadato
- 27. november 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina og meta um týðandi viðurskiftir, sum hava týdning fyri professionellu relatiónina. At lesandi fær førleika til at nýta hesa vitan í egnum arbeiði.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina hugtakið relatión í einum professionellum konteksti • Reflektera um møguleikar og forðingar fyri professionellu relatiónina í egnum arbeiðskonteksti • Greiða frá kensluligu krøvunum í relatiónsarbeiðinum • Meta um vísindaliga grein innan professionellu relatiónina • Miðla viðgerðina av vísindaligari grein, og reflektera um brúkbari í egnum arbeiðskonteksti
- Innihald
- Á skeiðinum verður dentur lagdur á: • Relatiónin sum tað berandi í arbeiðinum – hvat er relatión í professionellum konteksti? • Møguleikar og forðingar fyri at skapa og varðveita professionellu relatiónina • Arbeiðsumstøður og karmar, sum hava týdning fyri professionella relatiónsarbeiðið • Supervisjón sum amboð • Kenslulig krøv, umsorganarmøði og útbrendheit í relatiónsarbeiðinum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, venjingar, framløgur og sjálvlestur. Á skeiðinum er ein heimauppgáva. Lesandi fáa skrivliga afturboðan við heimauppgávuna og munnliga afturboðan við próvtøkuframløguna.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga. Aktiv luttøka og 1 kravd heimauppgáva, ið skal standast, eru treytir fyri at sleppa til próvtøku. Víst verður til próvtøkukrøv.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 30. novembur 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 19. oktober 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Annika Helgadóttir Davidsen
- Undirvísarar
- Annika Helgadóttir Davidsen, Svanna Jákupsdóttir