8816 - Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
Skeiðsnummar
8816.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
Byrjanardato
6. november 2023
Endadato
19. januar 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at fáa førleika til at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi.
Læruúrtøka
Eftir lokna eind, skal tann lesandi: • Duga at leggja tilrættis, útinna, raðfesta, samskipa og skjalfesta sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar. • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan í mun til raðfesting og útintu sjúkrarøkt. • Útinna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt grundað á etisk umhugsni og refleksjón. • Nýta tey skjalfestingaramboð, ið verða nýtt á kliniska útbúgvingarplássinum. • Reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • Duga at samstarva mono- og tvørfakligt fyri at tryggja sjúklinginum eina samanhangandi sjúklingagongd • Duga at samstarva við sjúkling og avvarðandi grundað á teirra virðir, fatan og reaktiónir • Duga at møta tí einstaka sjúklinginum og teirra avvarðandi, og sýna nærleika og forstáilsi fyri teimum. • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftisástøði. • Duga at fyrisita heilivágsgevan og infusiónsterapi sambært heilivágsleiðreglum (sjá leiðreglur við heilivágsgevan) • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum í sjúkrarøkt • Duga at miðla fyri starvsfeløgum, hvørjir møguleikar og forðingar eru við implementering av granskingarúrslitum í sjúkrarøkt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Innihald
Undirvísingin er skipað sum 11 vikur klinisk undirvísing innan sekunderu ella primeru heilsutænastuna. Innihaldið er: • Útinna, miðla, leiða og menna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt. • Kravt lestrarvirksemi: útinna og leiða sjúkrarøkt til bólk av sjúklingum – sí fylgiskjal.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum yrkisbeindur lesnaður. Yrkisbeindur lesnaður er, at lesandi sjálvstøðugt leggur til rættis, útinnir, miðlar, leiðir og mennir sjúkrarøkt – við sjúkrarøktarfrøðingi sum kliniskum vegleiðara. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Støðumet
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Metingin verður gjørd 19. januar 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
6. november 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Súsanna Maria Mortensen
Undirvísarar
Súsanna Maria Mortensen
Aftur