8816 - Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
- Skeiðsnummar
- 8816.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
- Byrjanardato
- 4. november 2024
- Endadato
- 24. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at fáa førleika til at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi.
- Læruúrtøka
- Eftir lokna eind, skal tann lesandi: • Duga at leggja tilrættis, útinna, raðfesta, samskipa og skjalfesta sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar. • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan í mun til raðfesting og útintu sjúkrarøkt. • Útinna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt grundað á etisk umhugsni og refleksjón. • Nýta tey skjalfestingaramboð, ið verða nýtt á kliniska útbúgvingarplássinum. • Reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • Duga at samstarva mono- og tvørfakligt fyri at tryggja sjúklinginum eina samanhangandi sjúklingagongd • Duga at samstarva við sjúkling og avvarðandi grundað á teirra virðir, fatan og reaktiónir • Duga at møta tí einstaka sjúklinginum og teirra avvarðandi, og sýna nærleika og forstáilsi fyri teimum. • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftisástøði. • Duga at fyrisita heilivágsgevan og infusiónsterapi sambært heilivágsleiðreglum (sjá leiðreglur við heilivágsgevan) • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum í sjúkrarøkt • Duga at miðla fyri starvsfeløgum, hvørjir møguleikar og forðingar eru við implementering av granskingarúrslitum í sjúkrarøkt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
- Innihald
- Undirvísingin er skipað sum 11 vikur klinisk undirvísing innan sekunderu ella primeru heilsutænastuna. Innihaldið er: • Útinna, miðla, leiða og menna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt. • Kravt lestrarvirksemi: útinna og leiða sjúkrarøkt til bólk av sjúklingum – sí fylgiskjal.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Kliniska undirvísingin er skipað sum yrkisbeindur lesnaður. Yrkisbeindur lesnaður er, at lesandi sjálvstøðugt leggur til rættis, útinnir, miðlar, leiðir og mennir sjúkrarøkt – við sjúkrarøktarfrøðingi sum kliniskum vegleiðara. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Støðumet
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Metingin verður gjørd 24. januar 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Súsanna Maria Mortensen
- Undirvísarar
- Súsanna Maria Mortensen