8817 - Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
- Skeiðsnummar
- 8817.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
- Byrjanardato
- hósdagur, 30. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 20. februar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at avklára og avmarka eitt kliniskt sjúkrarøktarfakligt evni, í mun til spurdóm í bachelorritgerðina
- Læruúrtøka
- Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Undra seg um sjúkrarøktarfakligar spurdómar • Meta um útvald sjúkrarøktarfaklig og samfelagslig ástøði • Greiða frá relevansinum av útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdóminum • Greiða frá spurdóminum í mun til samfelagshøpi • Duga at leita eftir granskingargrundaðari vitan á vísindaligum dátagrunnum • Lýsa og grundgeva fyri leitorðini í talgildu leitanini • Meta um kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um valda sjúkrarøktarfakliga spurdómin.
- Innihald
- Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum og samfelagsligum ástøði sum grundgeving fyri kliniska sjúkrarøktarfakliga evninum • Arbeiða við evninum knýtt at bachelorritgerðini o Skipað leita fram kliniska og granskingargrundaða vitan um sjálvvalt evnið o Avmarka spurdóm úr evninum Verkstova o Datainnsavnan í mun til egna ritgerð
- Læru- og undirvísingarhættir
- Sjálvlestur, observatiónir, verkstova, upplegg og framløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Kravt lestrarvirksemi við støði í læruúrtøkunum fyri eind 15
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Støðumet 6. mars 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 30. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Nielsen
- Undirvísarar
- Súsanna Maria Mortensen