8818 - Bachelorritgerð
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bachelorritgerð
- Skeiðsnummar
- 8818.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 20,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Bachelorritgerðin verður skrivað á føroyskum.
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
- Byrjanardato
- 11. mars 2024
- Endadato
- 7. mai 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Bachelorritgerðin skal skjalfesta, at lesandi brúkar ástøði og háttaløg í mun til kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Bachelorritgerðin skal harumframt skjalfesta, at lesandi hevur ognað sær almennar akademiskar førleikar.
- Læruúrtøka
- Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalagið í verkætlanini • leita, velja, greina og meta høvuðs-sjúkrarøktarástøði og møguligt annað høvuðsástøði, umframt kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm • greina og tulka ella greina og lýsa empiri við høvuðs-sjúkrarøktarástøði og møguligum øðrum høvuðsástøði • kjaka og meta um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • seta fram uppskot um menning av sjúkrarøktini í mun til spurdómsøkið • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi ritgerð
- Innihald
- Lesandi skrivar eina ritgerð, sum verður vard við munnligari próvtøku. Kravt lestrarvirksemi er luttøka í opponeringum, verkstovum og framløga av ritgerðini aftaná munnligu próvtøkuna. Opponeringar: • Inngangur fram til og við ástøði og háttalag og tankar um verkætlanina frameftir • Greinan og tulking ella lýsing • Kjak, ástøði- og háttalagskritikkur, niðurstøða og perspektivering Verkstovur: • Greinan • Kjak • Miðlan – munnlig próvtøka og almenn framløga
- Læru- og undirvísingarhættir
- Ritgerðararbeiði. Framløgur og luttøka í verkstovum og opponeringum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig og munnlig próvtøka.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Bachelorritgerðin verður latin inn 30. mai 2024, og munnliga verjan er sett til 13. juni 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 11. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Nielsen
- Undirvísarar
- Súsanna Maria Mortensen