8820 vár - Heilivágrokning
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Heilivágrokning
- Skeiðsnummar
- 8820.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 1,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 27. januar 2025
- Endadato
- mikudagur, 29. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi vísir skil fyri og hegni í heilivágrokning
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: • Rokna dosis, mongd og styrki á heilivági út
- Innihald
- Innihaldið í undirvísingini er: • Grundleggjandi roknihættir • Dosis, mongd og styrki • Roknivenjingar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum upplegg, dialog, roknivenjingar og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 3 tímar. Avmarkað hjálparamboð loyvd – sí próvtøkukrøv.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 30. januar 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Nielsen
- Undirvísarar
- Sára Skylv Reinert, Sunrit Niklasdóttir