8820 - Heilivágrokning
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Heilivágrokning
Skeiðsnummar
8820.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
1,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
21. august 2023
Endadato
23. august 2023
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi vísir skil fyri og hegni í heilivágrokning
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: • Rokna dosis, mongd og styrki á heilivági út
Innihald
Innihaldið í undirvísingini er: • Grundleggjandi roknihættir • Dosis, mongd og styrki • Roknivenjingar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum upplegg, dialog, roknivenjingar og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar. Avmarkað hjálparamboð loyvd – sí próvtøkukrøv.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 24. august 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
21. august 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir
Undirvísarar
Beinta Joensen
Aftur