8836 - Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum
Skeiðsnummar
8836.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
Byrjanardato
29. januar 2024
Endadato
12. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjanum í tyngjandi sálarligum støðum. At lesandi ognar sær skil fyri sjúkrarøkt í mun til recovery tilgongdina. At lesandi skilur týdningin av námsfrøðiligum og kommunikativum viðurskiftum, í samspælinum ímillum sjúkling, sjúkarøktarfrøðing og avvarðandi.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Savna, greina og meta data í mun til at útinna sjúkrarøkt • Greina støðu sjúklingsins við hóskandi ástøðiligari vitan • Duga at brúka ástøði í mun til at útinna og eftirmeta sjúkrarøkt fyri at kunna geva eina evidensgrundaða sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboðnum á útbúgvingarstaðnum • Samstarva í fakligum og tvørfakligum arbeiði, í mun til tørv, røkt og viðgerð hjá tí einstaka og teirra avvarðandi • Greiða frá sjúkueyðkennum knýtt at sálarligum sjúkum • Lýsa recovery sum hugtak og tilgongd (process) • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik og kliniska farmakologi innan antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika, antidepressiva og centralstimulantia • Lýsa innihaldið í galdandi psykiatrilóggávu • Við støði í fakligari vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftissástøði og ta serstøðu, ið menniskju við sálarligum avbjóðingum eru í • Duga at møta tí einstaka menniskjanum og avvarðandi, sýna nærleika, forstáilsi og virðing fyri teimum • Reflektera um egnar sálarligar reaktiónir í interaktiónini við sjúklingin • Reflektera um støðu sjúklingsins í mun til autonomi, paternalismu og veika paternalismu • Reflekterar yvir áskoðanir (paradigmir), ið kunnu liggja til grund fyri sjúkrarøktina • Reflektera um útvalda praksisstøðu • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Innihald
• Sjúkrarøkt til menniskju, ið eru sálarliga sjúk • Sjúkrarøktarástøði: The Tidal Model hjá Barker & Barker, Kari Martinsen í mun til paternalisma, sansandi og registrerandi eygað • Paradigmir; biomedisinska, sálarfrøðiliga og sosiala paradigme í psykiatrisku sjúkrarøktini • Psykiatrilógin, siðsemi í mun til sjúkrarøkt til sálarliga sjúk fólk • Hugtøk innan sjúkrarøkt til sálarliga sjúk fólk; Miljøterapi, recovery, empowerment, empati, resonans í relatiónum, • Psykoanalysa, traumatisk tilgongd, family nursing, spegling, skerming, makt • Relatión millum sjúkling, avvarðandi og starvsfólk/lesandi • Samskifti við sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum, grundað á samskiftis ástøði • Sálarligar sjúkur og teirra eyðkenni, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla • Heilivágur: antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika, antidepressiva og centralstimulantia • Undirvísing og vegleiðing av sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum, grundað á ástøði. • Kravt lestrarvirksemi: Greina útvalda praksisstøðu.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður. Samvirkandi lesnaður er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi observerar, lýsir og greinar sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinnir sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Støðumet
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Støðumet verður 12. apríl 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
29. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen
Undirvísarar
Jana Mortensen
Aftur