8881 heyst - Yrki og grundleggjandi tørvir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Yrki og grundleggjandi tørvir
Skeiðsnummar
8881.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
14,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
Byrjanardato
22. august 2024
Endadato
25. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er, at lesandi fær vitan um sjúkrarøktaryrkið og grundleggjandi tørvir. Harumframt er endamálið, at lesandi mennir førleikar at greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og mennir akademiskt arbeiðslag.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: • Greiða frá sjúkrarøkt sum umsorganarfak relaterað til søguligt og nútíðar perspektiv • Staðfesta virkisøki innan sjúkrarøkt; tað er lógir, leiðreglur og yrkisástøði, og hvønn týdning tey hava fyri sjúkrarøktina • Lýsa ymisku menniskjaáskoðanirnar • Lýsa høvuðseyðkenni við náttúru-, samfelags- og hugvísindum • Greiða frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum við støði í ástøði hjá Virginiu Henderson og Fundamentals of care (FoC) • Leita fram granskingargrundaða vitan, sum umrøður grundleggjandi tørvir • Greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar út frá grundleggjandi tørvum • Orða seg skrivliga og munnliga um fakligar spurdómar rættað ímóti grundleggjandi tørvum • Argumentera við uppáhaldi, próvgrund og heimild • Lýsa týðandi hugtøk innan samskifti • Lýsa hugtøkini umsorgan, relatión, estetikk, etikettu og kropsfatan • Vísir at hon/hann megnar at útinna persónligt reinføri við atliti at blúni, intimiteti, integriteti og smittuspjaðing • Vísir hegni í at útinna handreinføri eftir galdandi reinførismeginreglum • Vísir hegni í at savna data inn við kliniskum háttaløgum • Lýsa leiklutin og virkisøkið hjá fakbólkunum, ið sjúkrarøktarfrøðingar samstarva við • Lýsa føroysku samfelagsskipanina og bygnaðin í heilsu- og almannaverkinum og kommununum • Lýsa týðandi hugtøk og ástøði um heilsufremjan og fyribyrging í mun til grundleggjandi sjúkrarøkt • Lýsa yrkisetisku leiðreglurnar í sjúkrarøktini og lýsa hvat eyðkennir yrkissiðfrøði • Sýna ábyrgd av egnari læru og sýna førleika at samstarva við undirvísarar og medlesandi.
Innihald
Undirvísingin er skipað sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Akademiskur lesnaður • E- leiting á alnetinum • Meting av keldum • Evidensur og evidenshierarki • Sjúkrarøkt sum yrki • Curologi og patientologi við denti á curologi • Innleiðsla til vísindaástøði/granskingarháttalag • Menniskjaáskoðan • Sjúkrarøktarsøga • Ástøði og sjúkrarøktarástøði við denti á umsorgan og relatión • Innleiðsla til løgfrøði: Heilsulógin við denti á tagnarskyldu, løggilding, rættarstøðu sjúklingsins, fyrilit og samvitskusemi. • Hugtøkini heilsufremjan og fyribyrging, og innleiðsla til “Health Promotion” modellið hjá Nola Pender • Grundleggjandi tørvir út frá ástøði hjá Virginiu Henderson • Ástøði um Fundamentals of care (FoC) • Kroppur og kropsfatan • Húð og húðrøktarevni • Innleiðsla til samfelagsfrøði og samfelagsskipanir, herundir bygnaðin í heilsu- og almannaverkinum og kommununum • Innleiðsla til siðfrøði, yrkisetisku leiðreglurnar í sjúkrarøktini og yrkissiðfrøði • Innleiðsla til heimspeki • Innleiðsla til samskifti og samskiftisvenjingar Innihaldið í klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Innleiðsla til venjingarstovuna sum útbúgvingarstað • Persónligt reinføri, munnrøkt og oyrnaskol • Samskiftisvenjingar • Refleksjón • Kravt lestrarvirksemi (sí skjalaskjáttu) o Handreinføri o Seingjarreiðing o Innsavnan og meting av vitalum virðum Innihaldið í klinisku undirvísingini á ellis- og røktarheimum (4 dagar punktpraktikk): • Handreinføri • Seingjarreiðing • Persónligt reinføri • Innsavnan av vitalum virðum • Samskifti og relatión • Refleksjón
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur og uppgávuskriving. Harumframt hegnisvenjingar í venjingarstovuni og punktpraktikk á útvaldum kliniskum støðum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 72 tíma skrivlig heimauppgáva. Góðkent kravt lestrarvirksemi er ein treyt fyri, at lesandi kann metast til próvtøkuna. Sí próvtøkukrøv.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga einstaklingsuppgávan er sett 1. november 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Eivy Kristiansen
Undirvísarar
Eivy Kristiansen, Eina Hansen Eliasen
Aftur