8886 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)
- Skeiðsnummar
- 8886.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 9,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
- Byrjanardato
- 9. september 2024
- Endadato
- 4. oktober 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At tann lesandi megnar at reflektera um menning av relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
- Læruúrtøka
- Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • lýsa ta sjúkrarøkt, ið verður útint á kliniska útbúgvingar-staðnum við denti á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling • meta um støðu sjúklingsins í stutta møtinum • reflektera um relatiónina við sjúklingar í stutta møtinum • duga at tillaga samskifti við atliti at støðu sjúklingsins í stutta møtinum • við vaksandi sjálvstøði veita kunning til og vegleiða sjúklingar í stutta møtinum • leita fram granskingarúrslit í mun til útvaldan spurdóm • meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið • miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
- Innihald
- Kliniska undirvísingin er á ambulatorium og sjúkrahúsdeildum. Tíðarskeiðið er 6 vikur Kliniska undirvísingin er skipað sum obseverandi lesnaður á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutt samband við sjúklingin. • Lesandi observerar, lýsir og reflekterar um sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis. • Lesandi observerar og partvíst útinnir sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Observerandi lesnaður er, at lesandi er saman við sjukrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir avmarkaða sjúkrarøkt. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Støðumetingin verður tann 4. oktober, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 9. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Maria Súsanna Hammer Olsen
- Undirvísarar
- Súsanna Maria Mortensen