8906 heyst - Sjúkrarøkt av bráð- og álvarsliga sjúkum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Sjúkrarøkt av bráð- og álvarsliga sjúkum
Skeiðsnummar
8906.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
4. november 2024
Endadato
10. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru bráðsjúk og álvarsliga sjúk. At lesandi ognar sær vitan um palliativa sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið fáa linnandi viðgerð og sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru doyggjandi og við deyða. At lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi: • Lýsa leiðreglar galdandi fyri móttøku av bráðsjúkum menniskjum • Greiða frá patologiskum fyribrigdum í mun til bráð- og álvarslig sjúk • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik í mun til krabbameinsviðgerð og lívbjargandi viðgerð • Lýsa hvat eyðkennir munnligt samskifti í bráðstøðum (ISBAR) • Reflektera um samskiftið við sjúkling, avvarðandi og professionell í bráð- og álvarsligum støðum • Greiða frá útvaldum interventiónum í samband við likamligan, sálarligan, sosialan og eksistensiellan/andaligan tørv hjá sjúklingum, ið hava álvarsliga sjúku • Greiða frá týðandi hugtøkum og ástøði innan sálarfrøði • Greiða frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá álvarsliga sjúkum og tess avvarðandi • Lýsa hugtøkini pliktsiðfrøði, konsekvenssiðfrøði og dygdarsiðfrøði • Reflektera yvir siðfrøðiligar støður í bráð- og álvarsligum røktar- og sjúkugongdum • Greiða frá samskiftis- og vælferðartøkni í bráð- og álvarsligum røktar- og viðgerðargongdum • Lýsa vísindaástøðiliga grundarlagið undir kvalitativum granskingar háttaløgum við denti á hermeneutik og fenomenologi • Meta um kvalitativ data í mun til credibility, transferability, dependability og confirmability • Meta um granskingargrundaða vitan um sjúkrarøkt til bráð- og álvarsliga sjúk • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Innihald
Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Traumatologi; høvuðtrauma, ryggtrauma og bløðingar • Venjingar í EWS, ABCDE og ISBAR • Vætu-elektrolytviðgerð • Patofysiologisk fyribrigdi tengt at bráð og álvarsligum sjúkum t.d. anafylaksi, delirium, sepsis, peni, fatigue og kakeksi • Sjúkrarøkt til sjúklingar sum eru bráð og álvarsliga sjúkir • Umhugsni í samband við samskifti við sjúklingar og avvarðandi, ið eru í kreppu • Umhugsni í samband við at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi, ið eru í kreppu • Sorg, líðing, meistring og vón í samband við at vera álvarsliga sjúkur • Viðgerð og sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar • Palliativ sjúkrarøkt og hospice • Sonda og sondumatur • Munnrøkt í samband við stomatitis og mucositis • Munnscreening • Akademisk skriving • Kvalitativ granskingarháttaløg • Hermeneutikk og fenomenologi • Óskipað- og skipað e-leiting • Meta vísindaliga grein við góðkendum frymli • Sálarfrøði: Innleiðsla til sálarfrøði, persónleiki, strongd, meistring, tap, sorg og kreppa. • Siðfrøði/Heimspeki: Pliktsiðfrøði, konsekvenssiðfrøði og dygdarsiðfrøði. Palliatión, deyðin og eutanasi. Etisk virðir og arbeiðstyngd. Moralsk strongd og útbrendheit. Innihaldið í klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Við støði í case útinna sjúkrarøkt til bráð- og álvarsliga sjúk • Venja hegni í at leggja sondu og geva sondumat • Kravt lestrarvirksemi : o Meting av case sjúklingi við ABCDE háttalagnum
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Kliniska undirvísingini fer fram í venjingarstovuni, har lesandi venja hegni útfrá case. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan og refleksjónir og eftirmetingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig verkætlan. Sí próvtøkukrøv.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er tann 17. januar, 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Nielsen
Undirvísarar
Tordis Tróndarson, Maria í Skorini
Aftur