8931 heyst - Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum I
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Klinisk sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum I
- Skeiðsnummar
- 8931.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 9,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Hava staðið próvtøku í Heilivágsrokning
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 21. oktober 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 29. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi mennir hegni og førleika í at útinna sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk. At lesandi fær skil fyri heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, fyribyrgjandi eins og viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk. At lesandi fær førleika til at samstarva við búfólk, avvarðandi, samstarvsfelagar og aðrar fakbólkar.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at staðfesta tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • Vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboði, ið verður nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Greiða frá heilsufremjandi, fyribyrgjandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til búfólk • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • Duga at virða búfólkið og umhvørvið hjá honum/henni • Vísa nærleika í relatiónini við búfólkið • Vísa hegni í at samskifta professionelt við búfólkið og avvarðandi við atliti at teirra tørvum og fortreytum • Reflektera um samstarvið við avvarðandi • Reflektera um og fyrisita heilivág til eldri • Reflektera um siðfrøðiligar støður í mun til búfólk • Miðla lívssøgu til samstarvsfelagar út frá samrøðu við búfólk/avvarðandi • Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í mun til viðgerð og røkt til búfólk • Vísa hegni í at samstarva mono- og tvørfakligt • Sýna ábyrgd fyri egnari lærugongd og meta um egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingartilgongd.
- Innihald
- Kliniska undirvísingin er 6 vikur. Sjúkrarøkt til eldri og/ella varandi sjúk búfólk á stovni. Sjúkrarøkt í mun at stuðla likamligu, sálarligu, sosialu og andaligu tørvunum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur á stovni. Samvirkin lestur er, at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Tann lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvald búfólk.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Støðumetingin er sett til tann 29. november 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 21. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Maria Súsanna Hammer Olsen
- Undirvísarar
- Sára Skylv Reinert, Sunrit Niklasdóttir