8933 vár - Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt: Relatión í stutta møtinum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt: Relatión í stutta møtinum
Skeiðsnummar
8933.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,50
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
mánadagur, 3. februar 2025
Endadato
fríggjadagur, 21. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi fær skil fyri, hvat kann hava týdning fyri professionellu relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: Lýsa ta sjúkrarøkt, ið verður útint á kliniska útbúgvingarstaðnum Greiða frá støðu sjúklingsins og tørv á sjúkrarøkt í stutta møtinum Reflektera um samskifti við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar, ið er grundað á ástøði um professionelt samskifti Reflektera um viðurskifti, ið hava týdning fyri ta professionellu relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling og avvarðandi í stutta møtinum Lýsa útvaldar komplimenterar og alternativar viðgerðarhættir og lýsa, hvussu hesir hættir virka Lýsa ábyrgd í mun til at kunna sjúklingar viðvíkjandi komplimentera og alternativa viðgerð Leita fram granskingarúrslit í mun til útvaldan kliniskan spurdóm Greiða frá granskingarúrslitinum í valdu vísindaligu grein Meta um, hvussu granskingarúrslitini kunnu góðskumenna klinisku sjúkrarøktina Miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini Meta um egnan lærutørv í mun til læruúrtøkurnar
Innihald
Undirvísingin er skipað soleiðis: 2 vikur ástøði 4 vikur klinisk undirvísing 1 vika próvtøkuuppgáva Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: Sjúkrarøkt í stutta møtinum Professionel relatión og professionelt samskifti Venjingar í relatión og samskifti Varandi sjúk og multisjúk Sjálvvaldar kliniskar handlingar í venjingarstovu (kravt lestrarvirksemi) Alternativ viðgerð og røkt Tíð og rúm Patientologi: sjúklingur og avvarðandi Familjusjúkrarøkt Innihaldið í klinisku undirvísingini er: Kliniska undirvísingin er á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutt samband við sjúklingin; eitt nú á ambulatorium Lesandi observerar og partvíst útinnir sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum observerandi lesnaður har lesandi er saman við sjúkrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir avmarkaða sjúkrarøkt. Lesandi hevur møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig klinisk uppgáva
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Skrivlig klinisk uppgáva skal latast inn 21. mars 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 3. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Nielsen
Undirvísarar
Theresa Joensen Rønnebech, Súsanna Herdalur Tausen
Aftur