8942 heyst - Sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum
Skeiðsnummar
8942.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
11,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
23. august 2024
Endadato
11. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi fær innlit í og skilir tær likamligu, sálarligu, sosialu og andaligu broytingar, sum fara fram, tá menniskju eldast. At lesandi fær vitan um útvaldar sjúkur og tess avleiðingar fyri tann einstaka. At lesandi fær skil fyri heilsufremjandi, fyribyrgjandi eins og viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk. At lesandi fær førleika til at samstarva við búfólk/heimabúgvandi, avvarðandi, samstarvsfelagar og aðrar fakbólkar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á stovnum • Lýsa hvussu bú- og heimatænastur eru skipaðar í Føroyum • Greiða frá lógum, kunngerðum og leiðsluskipanum, ið eru galdandi á heilsu- og almannaøkinum • Lýsa eyðkenni við rehabilitering og tess týdning í samband við sjúkrarøkt til eldri/varandi sjúk • Greiða frá ellisgongdini sæð útfrá einum likamligum, sálarligum, sosialum og andaligum sjónarhorni • Reflektera um hugtakið aldurisma • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við demens, apopleksia cerebri og neurodegenerativum sjúkum • Greiða frá upplivingum, reaktiónum og meistring av at eldast og/ella at hava varandi sjúku • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at staðfesta tørvir, gera røktarætlan og skjalfesta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk • Greina tørv fyri sjúkrarøkt útfrá case í mun til heilsufremjandi, fyribyrgjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsni, sum skulu varðveita ella økja lívsgóðskuna hjá eldri og varandi sjúkum • Greiða frá, hvørjar uppgávur ymiskir fakbólkar hava í mun til eldri og varandi sjúk • Greiða frá eyðkenni við mono- og tvørfakligum samstarvi • Greiða frá, hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri og varandi sjúk • Greina etiskar tvístøður innan sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk • Greiða frá umhugsni í tí professionella samskiftinum við tann einstaka, ið er raktur av kognitivum trupulleikum orsakað av demens, apopleksi, parkinson og ALS • Reflektera um hvønn týdning lívssøgan kann hava fyri sjúkrarøktina til búfólk • Sýna ábyrgd av egnari læru og sýna førleika at samstarva við undirvísarar og medlesandi
Innihald
Innihaldið í undirvísingini er: • Geriatrisk sjúkrarøkt • Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum og andaligum sjónarhorni • Heildaráskoðan • Aldurisma og hugburður til eldri • Varandi sjúkur: demens, apopleksia cerebri og neurodegenerativar sjúkur • Screeningsamboð: t.d. Bartel Indeks, CFS, netverkskort • Heilivágur í mun til eldri og polyfarmacy • Innleiðsla til rehabilitering og gransking innan rehabilitering • Tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk • Ábyrgd og skyldur hjá ymiskum heilsustarvsfólkum • Samskipandi leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í primer geiranum • Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku. • Lívssøga • Upplivingar og meistring hjá avvarðandi at eldri og varandi sjúkum • Sjúkrarøktarástøði um umsorgan autonomi, veik paternalismu og paternalismu. • Hugtakið makt sæð útfrá løgfrøðiligum, ástøðiligum og siðfrøðiligum sjónarhorni • Hjálpartól til eldri og varandi sjúk • Innleiðsla til skipanarfrøði og leiðslu • Klinisk støðutakan í sjúkrarøktini: fakligt skyn og sjúkrarøktarprosessin • Skipanin í Almannaverkinum til varandi sjúk • Skipan av kommunala eldraøkinum og heimatænastuni • Heilsufremjandi, fyribyrgjandi, viðgerandi, rehabiliterandi og linnandi sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt upp í tveir partar – ein skrivlig uppgáva, sum er próvhoyringarstøði fyri einari munnligari próvhoyring. Hvør partur telur 50 % av tí samlaða próvtalinum. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkuinnlatingin er sett til tann 4. oktober, 2024. Munnligu próvtøkudagarnar eru sett til tann 9. og 10. oktober, 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
23. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Nielsen
Undirvísarar
Sára Skylv Reinert, Sunrit Niklasdóttir
Aftur