8950 heyst - Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum
Skeiðsnummar
8950.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
19. august 2024
Endadato
1. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Lesandi mennir hegni og førleika í grundleggjandi sjúkrarøkt, og mennir førleika til at grundgeva fyri og reflektera yvir grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi vera før/ur fyri at: • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, sár, vætujavnvág og útskiljan • greina føðsluligar spurdómar í mun til støðu sjúklingsins • brúka sjúkrarøktarprosessina til at staðfesta grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • vísa hegni í at skjalfesta útintu sjúkrarøktina • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • greiða frá eyðkenni við professionellum samskifti • vísa hegni í at samskifta professionelt við sjúkling og avvarðandi • lýsa námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa hegni í at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa nærleika í relatiónini við sjúklingin • vísa hegni í at halda meginreglur innan reinføri og smittufyribyrging • fyrisita heilivággevan sambært heilivágleiðreglum • reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • staðfesta egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd
Innihald
Kliniska undirvísingin er 10 vikur. Eina viku í venjingarstovu og 9 vikur á sjúkrahúsdeildum. Venjingarstova: Undirvísingin umfatar: fyrisiting av heilivági, refleksjón, subcutanan- og intramuskuleran injektiónsteknikk. Sjúkrahúsdeild: Grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár, vætujavnvág, føðslu og útskiljan. Brúk av sjúkrarøktarprosessini.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur. Samvirkin lestur: at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Tann lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis kliniska próvtøku.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Metingin verður gjørd 1. november 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
19. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen
Undirvísarar
Tordis Tróndarson, Maria í Skorini
Aftur