8950 vár - Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Klinisk sjúkrarøkt av somatisk sjúkum
- Skeiðsnummar
- 8950.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 27. januar 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 11. apríl 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Lesandi mennir hegni og førleika í grundleggjandi sjúkrarøkt, og mennir førleika til at grundgeva fyri og reflektera yvir grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar.
- Læruúrtøka
- Eftir loknu eind, skal lesandi vera før/ur fyri at: • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, sár, vætujavnvág og útskiljan • greina føðsluligar spurdómar í mun til støðu sjúklingsins • brúka sjúkrarøktarprosessina til at staðfesta grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • vísa hegni í at skjalfesta útintu sjúkrarøktina • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • greiða frá eyðkenni við professionellum samskifti • vísa hegni í at samskifta professionelt við sjúkling og avvarðandi • lýsa námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa hegni í at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum útfrá luttakarafortreytum • vísa nærleika í relatiónini við sjúklingin • vísa hegni í at halda meginreglur innan reinføri og smittufyribyrging • fyrisita heilivággevan sambært heilivágleiðreglum • reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • staðfesta egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd
- Innihald
- Kliniska undirvísingin er 10 vikur. Eina viku í venjingarstovu og 9 vikur á sjúkrahúsdeildum. Venjingarstova: Undirvísingin umfatar: fyrisiting av heilivági, refleksjón, subcutanan- og intramuskuleran injektiónsteknikk. Sjúkrahúsdeild: Grundleggjandi sjúkrarøkt í mun til trongd, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár, vætujavnvág, føðslu og útskiljan. Brúk av sjúkrarøktarprosessini.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur. Samvirkin lestur: at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Tann lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis kliniska próvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Metingin verður gjørd 11. apríl 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Maria Súsanna Hammer Olsen
- Undirvísarar
- Durita Gunnvør Neshamar, Maria Rólandsdóttir í Skorini