8955 heyst - Sjúkrarøkt av børnum og familjum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Sjúkrarøkt av børnum og familjum
Skeiðsnummar
8955.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
7. oktober 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um børn, ung og familjur út frá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um obstetriska og pædiatriska sjúkrarøkt. At lesandi mennir førleika til at arbeiða vísindaligt við støði í verkætlan, ið viðgerð ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm í mun til børn og familju.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa gitingina og menningina av fostrinum, og møgulig frávik • Greiða frá obstetrisk frávikum og sjúkueyðkenni • Lýsa sjúkrarøkt til tað nýfødda barnið og til tað ov tíðliga fødda barnið • Greiða frá serstøku støðuni hjá barnakonum í mun til likamligar, sálarligar og sosialar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð • Greiða frá normalu sálarligu og likamligu menningini hjá barni og tannáringi, og møgulig frávik • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pædiatriskum sjúkum • Greiða frá pædiatriskari sjúkrarøkt við støði í tørvinum hjá tí sjúka barninum og familjuni • Greiða frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá barninum og familjuni í kreppu • Greiða frá umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa barninum og familjuni • Reflektera um professionella samskiftið við barnið og familjuna • Greiða frá, hvønn týdning mentanin kann hava fyri sjúkrarøktina • Greiða frá útvaldum hugtøkum og ástøði innan samfelagsfrøði og sosiologi • Lýsa tjóða og altjóða heilsupolitisk átøk • Greiða frá eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað kann hava fyri familjuna • Reflektera um spurdómar í mun til lívskor hjá børnum og familjum í nútímans samfelagi • Kjakast um etiskar spurdómar/tvístøður í mun til t.d. fosturdiagnostikk, fosturtøku og inseminatión. • Greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm • Vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi verkætlan
Innihald
Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Ástøði um familju sjúkrarøkt • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Obstetrik og obstetrisk sjúkrarøkt • Sjúkrarøkt til tað prematura og nýfødda barnið • Pædiatrisk sjúkrarøkt • PEWS (Pediatric Early Warning Score) skema • Pædiatri: Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum, smábarninum og hjá tannáringinum • Upplivingar hjá børnum av innleggjan á sjúkrahús • Likamliga og sálarliga menningin hjá børnum og tannáringum • Altjóða barnakonventiónin hjá ST og UNICEF • Heilsupolitisk átøk, tjóða og altjóða • Innleiðsla til samfelagsfrøði/sosiologi • Námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa barnið og familjuna • Samskifti við børn, ung og familjur teirra • Egin mentan og aðrar mentanir • Ættleiðing • Fosturdiagnostikk, fosturtøka, inseminatión o.s.fr. í einum samfelags- og siðfrøðiligum perspektivi • Seksualitet; við denti á kynsbúningina hjá tannáringum • Evidensgrundað sjúkrarøktarpraksis • Ástøði um transitión, og transitión í mun til at gerast foreldur og fáa eitt barn við sjúku • Umsorganarsvík • Verkætlan Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • Observera sjúkrarøktarpraksis innan obstetriska og pædiatriska sjúkrarøktarøkið • Observera virksemi hjá heilsufrøðinginum og útinna ávísar uppgávur innan virksemi hjá heilsufrøðinginum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig einsæris verkætlan
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til tann 19. januar, 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
7. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Nielsen
Undirvísarar
Elsa Joan Durhuus Johannesen, Marja Lund Gjógvará
Aftur