8955 vár - Sjúkrarøkt av børnum og familjum
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Sjúkrarøkt av børnum og familjum
- Skeiðsnummar
- 8955.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 20,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 17. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi ognar sær vitan um børn, ung og familjur út frá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um obstetriska og pædiatriska sjúkrarøkt. At lesandi mennir førleika til at arbeiða vísindaligt við støði í verkætlan, ið viðgerð ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm í mun til børn og familju.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa gitingina og menningina av fostrinum, og møgulig frávik • Greiða frá obstetrisk frávikum og sjúkueyðkenni • Lýsa sjúkrarøkt til tað nýfødda barnið og til tað ov tíðliga fødda barnið • Greiða frá serstøku støðuni hjá barnakonum í mun til likamligar, sálarligar og sosialar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð • Greiða frá normalu sálarligu og likamligu menningini hjá barni og tannáringi, og møgulig frávik • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pædiatriskum sjúkum • Greiða frá pædiatriskari sjúkrarøkt við støði í tørvinum hjá tí sjúka barninum og familjuni • Greiða frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá barninum og familjuni í kreppu • Greiða frá umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa barninum og familjuni • Reflektera um professionella samskiftið við barnið og familjuna • Greiða frá, hvønn týdning mentanin kann hava fyri sjúkrarøktina • Greiða frá útvaldum hugtøkum og ástøði innan samfelagsfrøði og sosiologi • Lýsa tjóða og altjóða heilsupolitisk átøk • Greiða frá eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað kann hava fyri familjuna • Reflektera um spurdómar í mun til lívskor hjá børnum og familjum í nútímans samfelagi • Kjakast um etiskar spurdómar/tvístøður í mun til t.d. fosturdiagnostikk, fosturtøku og inseminatión. • Greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm • Vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi verkætlan
- Innihald
- Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Ástøði um familju sjúkrarøkt • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Obstetrik og obstetrisk sjúkrarøkt • Sjúkrarøkt til tað prematura og nýfødda barnið • Pædiatrisk sjúkrarøkt • PEWS (Pediatric Early Warning Score) skema • Pædiatri: Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum, smábarninum og hjá tannáringinum • Upplivingar hjá børnum av innleggjan á sjúkrahús • Likamliga og sálarliga menningin hjá børnum og tannáringum • Altjóða barnakonventiónin hjá ST og UNICEF • Heilsupolitisk átøk, tjóða og altjóða • Innleiðsla til samfelagsfrøði/sosiologi • Námsfrøðilig umhugsni í mun til at kunna, vegleiða og undirvísa barnið og familjuna • Samskifti við børn, ung og familjur teirra • Egin mentan og aðrar mentanir • Ættleiðing • Fosturdiagnostikk, fosturtøka, inseminatión o.s.fr. í einum samfelags- og siðfrøðiligum perspektivi • Seksualitet; við denti á kynsbúningina hjá tannáringum • Evidensgrundað sjúkrarøktarpraksis • Ástøði um transitión, og transitión í mun til at gerast foreldur og fáa eitt barn við sjúku • Umsorganarsvík • Verkætlan Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • Observera sjúkrarøktarpraksis innan obstetriska og pædiatriska sjúkrarøktarøkið • Observera virksemi hjá heilsufrøðinginum og útinna ávísar uppgávur innan virksemi hjá heilsufrøðinginum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig einsæris verkætlan
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til tann 20. juni 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 17. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Nielsen
- Undirvísarar
- Marja Lund Gjógvará, Elsa Joan Durhuus Johannesen