1122 - Bókmentasøga I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bókmentasøga I
Skeiðsnummar
1122.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er á føroyskum og skandinaviskum. Framløgur, uppgávur, próvtøkur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum og hjánámi í føroyskum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
4. september 2024
Endadato
4. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Við námsevninum vinnur studenturin sær vitan um og fatan av bókmentum í Norðurlondum frá miðøld til umleið 1876. Studenturin gerst førur fyri at lýsa bókmentirnar við atliti at tekstslagi og uppruna, at staðseta og lýsa tekstir sum sprotnar av mentanarrákum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at • Greiða frá norðurlendsku bókmentasøguni í tíðini við serligum denti á ta føroysku. • Greiða frá føroyskum skaldskapi av manna munni. • Greiða frá sambandinum millum tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið í bókmentasøguni. • Lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum. • Samanbera bókmentalig snið og tey mentanarligu og samfelagsligu høpi, tey eru partar av.
Innihald
Lisnar verða vesturnorrønar skaldsligar miðaldarbókmentir. Skaldskaparsløg í skaldskapi av manna munni í Føroyum fylla umleið ein triðing av námsevninum. Skaldsligar og yrkisligar bókmentir, sum hava livað og verið nýttar í Føroyum, og sum umboða bókmentalig rák í tíðarskeiðinum, verða viðgjørdar. Ástøðiligar bókmentir og bókmentasøguverk eru partur av viðgjørda tilfarinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar, sum studentarnir gera einsæris og í bólkum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 09-01-2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bergur D. Hansen
Undirvísarar
Bergur Djurhuus Hansen, Brynhild Wentzelsdóttir Kamban
Aftur