1135 - Bókmentagreining II
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bókmentagreining II
- Skeiðsnummar
- 1135.18
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum, umframt Bókmentagreining I.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 3. februar 2025
- Endadato
- mánadagur, 5. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Studenturin skal ogna sær hollan kunnleika um greiningarhugtøk og tekstgreining við serligum denti á at greina tvey av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum gjølla og harumframt hegni at greina høvuðseyðkennini í yrkisteksti.
- Læruúrtøka
- Studenturin skal duga at • greina skaldsligar tekstir av tveimum av høvuðstekstsløgunum gjølla og haraftrat yrkisligar tekstir í høvuðsheitum • greiða gjølla frá eyðkennunum hjá tveimum av høvuðstekstsløgunum og haraftrat eyðkennunum hjá yrkisligum tekstum í høvuðsheitum • lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum í tveimum av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligum teksti • seta fram greiningarúrslit um tvey av skaldsligu høvuðstekstsløgunum og haraftrat yrkisligan tekst munnliga og skrivliga í hóskandi málsligum búna.
- Innihald
- Lisnar verða grundbókmentir í tekstgreining, serliga við atliti at tveimum av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum. Lisin og greind verða ymisháttað dømi um serliga tvey av teimum fagurbókmentaligu tekstsløgunum og haraftrat dømi um yrkislig tekstsløg.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, skrivligum venjingaruppgávum og bólkarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig roynd í 5 tímar í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Loyvd hjálparamboð: Allar orðabøkur.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- Ikki ásett
- Próvtøkudagur/dagar
- Vika 23
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 3. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bergur Djurhuus Hansen
- Undirvísarar
- Paula Gaard